Kjakið á Facebook hevur rættiliga blást lív í og sett fokus á barnapornografi.
Um vikuskiftið vóru enntá nøvn sett á persónar á almennu sosialu síðuni, og umframt almenna bólkin »Steðga pedofili í Føroyum« sá eisini ein afturlatin bólkur ljósið.
Í hesum bólkinum flúgva nøvn um oyruni hvør á øðrum, og eitt heilt stórt tal av fólki stendur fram og avdúkar, at eisini tey eru misnýtt sum børn.
Tað er einki at taka seg aftur í, at pedofili ella barnaporno ikki er nakað nýtt fyribrigdi í Føroyum. Tað er bara farið so stillisliga við hurðunum, har tað er hent. Men so hvørt sum samfelagið er vorðið meira upplýst, eru fólk staðin fram. Eisini í alt størri mun børnini.
Skakandi hendingar verða opinberaðar í rættinum í alt størri mun, og tað strekkir seg heilt frá unglingum til abbar.
Spurningurin er so bert, hvør revsingin fyri hesar brotsgerðir er.
Tað kann ljóða sum eitt slag á fingrarnar, tá ein pdofilur, sum hevur gjørt seg inn á eitt barn, fær nakrar fáar mánaðir í fongsulsrevsing, og tá hendan enntá gerst treytað, tykist rættvísi ilt at fáa eyga á.
Hví revsistøðið er so lágt, er so ein spurningur fyri dómstólarnar, men tað er í hvussu er ikki tí, at heimildin fyri harðari revsing ikki finst.
Strangar revsingar
Tá revsirammur verða lagdar, má takast hædd fyri »worst case scenario«. Og tað merkir, at brotsverkini mugu býtast upp, alt eftir hvussu álvarsom tey eru. Og tá talan er um harðastu revsing, ið lógin heimilar, má tað eisini svara til allarringasta brotsverkið, ið hugsast kann.
Taka vit tvey skjót dømi úr Danmark, so kann staðfestast, og heimildirnar í revsirammuni verða nýttar.
Í sonevnda Brønderslev málinum fekk maðurin allarharðastu revsing, ið danska lógin yvirhøvur heimilar. Hann varð nevniliga dømdur í forvaring. Tað merkir í prinsippinum, at hann ongantíð sleppur leysur aftur. Tað er sama revsing, sum Palle Sørensen fekk fyri at skjóta fýra løgreglumenn til deyðis.
Tað skal tó viðmerkjast, at maðurin í Brønderslev málinum umframt grovan kynsligan ágang móti egnum og adoptivbørnum eisini framdi grovan harðskap umframt onnur brotsverk móti teimum tíggju børnunum, sum hann og konan áttu saman og hvør sær.
Eitt annað dømi er málið móti »Esbjerg-manninum«. Hann varð dømdur fyri at hava havt samlegu við egnu dóttir sína umframt onnur børn, sum øll vóru undir 12 ár. Hann varð dømdur fongsulsrevsing í sjey ár.
So heimildirnar til at døma strangarði dómar enn teir, vit ofta síggja í Føroyum eru til staðar. Siðvenjan setur tó markið, og brotsgerðirnar setast tí í mun til »worst case scenario«.
Upp í 12 ár
Tá danskar lógir verða broyttar, fylgir føroyska lógarverkið ikki altíð eftir við tað sama. Hetta er eisini galdandi innan barnapornografiska økið.
Har vóru lógirnar herdar í 2002. Paragraffin eitur 222 og har stendur, at hevur nakar samlegu við barn undir 15 ár, kann revsingin verða upp í átta ár, og er barnið undir 12, kann revsingin verða heilt upp í 12 ár. Undan 2002 var revsingin ávikavist seks og tíggju ár.
Í einari umfatandi stramman og uppfylging av broyttum donskum lógum, legði Annika Olsen, ið tá umsat lógarmál, 26. Februar 2009 fram eitt uppskot um broytingar í einari langari røð av lógum, millum annað herðingarnar í § 222.
Tilsamans umfataði lógaruppskotið 52 punkt, og serliga punktini 5 og 31, men eisini 42 og 50 hava við kynsligan ágang móti børnum at gera. Eisini punktini 8, 15 og 28 nema partvís við sama evni.
Punkt 31 í uppskotinum frá 26. Februar 2009 ljóðar soleiðis: »Lóg nr. 228. frá 2. apríl 2003 “Børnepornografi, seksuel udnyttelse af børn, salg af børn og gennemførelse af straffesager om seksuelt misbrug af børn m.v.«.
Harvið eru revsirammurnar í Føroyum á somu hædd sum tær eru í Danmark.
Soleiðis ljóðar § 222, sum eftir februar 2009 eisini er galdandi í Føroyum
§ 222. Den, som har samleje med et barn under 15 år, straffes med fængsel indtil 8 år.
Stk. 2. Har barnet været under 12 år, eller har gerningsmanden skaffet sig samlejet ved tvang eller fremsættelse af trusler, kan straffen stige til fængsel indtil 12 år.
Stk. 3. Ved fastsættelse af straffen efter stk. 1 og stk. 2, 1. led, skal det indgå som en skærpende omstændighed, at gerningsmanden har skaffet sig samlejet ved udnyttelse af sin fysiske eller psykiske overlegenhed.
I § 222, stk. 1, er straframmen ændret fra 6 år til 8 år ved § 1 i lov nr. 380 af 06.06.2002 fra d. 07.06.2002.?
I § 222, stk.2, er straframmen ændret fra 10 år til 12 år ved § 1 i lov nr. 380 af 06.06.2002 fra d. 07.06.2002.?
§ 222, stk. 2 er ændret ved § 1.1 i lov nr. 501 af 17.06.2008 fra d. 18.06.2008. I § 222, stk. 2, ændres »forskaffet« til: »skaffet«. ?
§ 222, stk. 3 er indsat ved § 1.2 i lov nr. 501 af 17.06.2008 fra d. 18.06.2008.