Heimildarloysi á Almannastovuni

Seinasta fríggjadag bar Útvarp Føroya tey tíðindi, at Almannastovan sambært Almanna- & Heilsumálastýrinum í longri tíð í heimildarloysi hevði umsitið persónligar viðbøtur til pensionistar.

Keldan til hesi tíðindi vóru tvey ?innanhýsis arbeiðsskjøl? hjá Almanna- & Heilsumálastýrinum, sum umvegis løgmann vóru latin landsstýrismálanevnd løgtingsins. Síggi, nú eg havi fingið avrit av skjølunum, at talan er um tvey tilmæli frá fyrisitingini til landsstýriskonuna í sambandi við gerð av eini kunngerð, sum kom í gildi í januar.

Eg sat sum stjóri á Almannastovuni um tað mundi, skjølini vórðu skrivað. Tað er undrunarvert, at stjórin á tí stovni, sum skal hava umsitið hetta ?heimildarloysi?, ikki hevur hoyrt eitt einasta orð grett. Tí má eg koma við hesum viðmerkingum.

Skjølini hava yvirskriftina ?Tilmæli til landsstýrismannin?, og eru dagfest ávikavíst 14. og 21. januar í ár. Tilmælið frá 14. januar sýnist at vera ein fyrsta kladda til tilmælið frá 21. januar, ið umframt av einum fulltrúa, er undirskrivað av bæði fyrisitingar- og aðalstjóranum og landsstýriskonuni. Endurgevingarnar niðanfyri eru úr skjalinum, ið er dagfest 21. januar.


?Puslispælið?

Tað skal hava ?verið eitt størri puslispæl? at gera kunngerðina um persónliga viðbót, ?tí so nógv óvæntað ting eru komin fram í sambandi við tað samskifti, sum vit hava havt við Almannastovuna?. Tey ?óvæntaðu tingini?, kundi eg hugsað mær, er eitt økt innlit ? veitt av Almannastovuni ? í galdandi og áður galdandi lóggávu og umsiting á pensiónsøkinum.

Eg skilji væl, at arbeiðið við kunngerðini kann hava verið torført, tí talan hevur verið um at bjarga teim upphæddum sum ?gluppu burturímillum?, tá skift var frá gomlu pensiónslógunum til nýggju lógina um almannapensiónir. Møguliga var orsøkin til hesa miséru vánaligt lógarsmíð. Møguliga var orsøkin, at aðalstýrið og politiski myndugleikin ikki dugdu at síggja fyri sær tað politiska rok, sum fór at standast/stóðst av skerdu upphæddunum.

Tá tað síðan verður sagt, at ?tað hava, sambært innanhýsis vegleiðingum hjá Almannastovuni, verið veittar ymiskar viðbøtur til pensionistar, sum eingin beinleiðis lógarheimild hevur verið fyri?, so má eg ganga út frá, at meint verður við persónligar viðbøtur, eftirsum hesar eru tær einastu ?viðbøtur?, sum Almannastovan hevur innanhýsis vegleiðingar til. Og so er heilt einfalt bert at hyggja at §§ 14 og 15, í ávikavíst fólka- og avlamispensiónslógunum, ið fóru úr gildi 1. januar.

Hesa greinir heimilaðu greitt Almannastovuni at veita persónliga viðbót til pensionistar, hvørs kor eru serliga trupul. Landstýrið kundi sambært somu lógargreinir gera nærri reglur fyri veitan av persónligari viðbót. Heimildin er varðveitt so gott sum óbroytt í nýggju lógini.


Um innanhýsis leiðbeiningarnar hjá Almannastovuni

Víðari verður so sagt, at ?ilt er at siga, hvussu hesar innanhýsis vegleiðingar eru komnar?. At hesi gullkorn ? kanska orðað av einum óroyndum fulltrúa - verða undirskrivað og góðkend frá niðastu til ovastu rók í Almanna- og Heilsumálastýrinum, prógva ein rættuliga skelkandi vankunnleika.

Skrivligar leiðbeiningar fyri málsviðgerðina máttu í sínari tíð ? tær fyrstu í 1987, minnist meg rætt - orðast av Almannastovuni sjálvari, tí landsstýrið og fyrisiting tess ikki gjørdu útfyllandi lógararbeiðið, at áseta nærri reglur fyri umsitingina, har hetta var álagt ella heimilað í lógini! Víst varð til vantandi umsitingarorku í miðfyrisitingini.

Skrivligar rætningslinjur fyri málsviðgerðini blivu, m.a. orsakað av skjótt vaksandi umsøkjaratali, meira og meira neyðugar. Serliga fyri rættartrygdina og fyri at tryggja samlíka viðgerð av øllum umsóknum. Málsviðgerðin hevði frammanundan verið tilvildarlig og ósamlík. Og tað er ikki so løgið, tá bygt varð á munnligar yvirføringar millum starvfólk. Tí mátti Almannastovan sjálv, við sera avmarkaðari orku, raðfesta gerð av leiðbeiningum, ið eftir lógini áttu at koma úr landsstýrinum.

Innanhýsis leiðbeiningar fyri málsviðgerð av umsóknum um persónliga viðbót hava verið kendar og góðkendar av skiftandi landsstýrismonnum, síðan tær av fyrstan tíð vórðu orðaðar.

Síðan eru vegleiðingarnar, um ikki beinleiðis góðkendar (tað skal kærunevndin ikki), so viðurkendar av kærunevndini í almannamálum. Hetta í og við at Almannastovan hevur fingið viðhald í kærum, har avgerðirnar hava verið grundaðar á innanhýsis leiðbeiningarnar. Í teim (lutfalsliga fáu) førum, har kærunevndin hevur tikið avgerðir, ið hava gjørt tað neyðugt at endurskoða onkra reglu, er hetta gjørt og reglan broytt samsvarandi.

Danska og føroyska pensiónslógin hava verið einsljóðandi, tá tað kemur til heimildirnar at veita persónliga viðbót. Tí hevur Almannastovan, umframt lóg, viðmerkingar til lógaruppskot, siðvenju vm., eisini havt danskar reglur frá almannamálaráðnum og innanhýsis leiðbeiningar hjá donskum almannaumsitingum at styðja seg til, tá reglurnar vórðu gjørdar.

Soleiðis kann stýrið spara sær ómakin at gera ? Almannastovuni greitt, at persónlig viðbót framyvir bert kann veitast, um so er, at treytirnar í kunngerðini fyri hesum eru loknar?. Treytirnar í kunngerðini ? fyrsta partinum - eru ein stytt avskrift av treytunum, sum í nógv harrans ár hava verið fyri at játta hesar veitingar. Treytir, niðurskrivaðar í innanhýsis vegleiðingum Almannastovunar! Ongin ókend regla er í kunngerðini.


Kunngerðin

Hví er tað Almanna- og Heilsumálastýrinum júst í januar 2000 so umráðandi at gera eina stytta avskrift av innanhýsis vegleiðingum Almannastovunar um persónliga viðbót til fyrsta part av síni egnu kunngerð, tá Almannastovan í tolni hevur bíðað í áratíggju? Fyrisitingin av almannamálum varð yvirtikin í 1975!

Okkurt kundi týtt uppá, at partarnir av skrivinum hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum, sum snúgva seg um Almannastovuna, hava til endamáls at leggja tám út yvir tað, ið hevur veruligan politiskan týdning í skrivinum og kunngerðini.

Við at lata sum um kunngerðin er neyðug, tí Almannastovan umsitir í heimildarloysi, verður fokus flutt frá veruliga trupulleikanum, nevniliga, at heimildin fyri seinna partinum av kunngerðini er ivasom, um nøkur yvirhøvur. Tí tað er ikki fyrsti partur av kunngerðini, hvørs innihald frammanundan fyriliggur í meiri útgreinaðum innanhýsis leiðbeiningum, ið hevur skund og krevur gjølliga umhugsan.

Heldur eru tað tær viðbøtur, ið skulu innførast ? sum serligar persónligar viðbøtur sambært §§ 8-13 - sum eru høvuðsørindini við kunngerðini. At heimildin er ivasom, verður beinleiðis viðgingið í skrivinum hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum!

Tær fast ásettu upphæddirnar í gomlu pensiónslógini, ið av kleyvarskapi heilt ella lutvíst duttu burtur við nýggju lógini um almannapensiónir, eru nú ásettar við kunngerð. Nú sum serligar persónligar viðbøtur, sum í prinsippinum áttu at verði veittar eftir umsókn frá tí einstaka pensionistinum og meting av tørvinum í tí einstaka málinum, men í veruleikanum verða umsitnar sum fastar veitingar uttan umsókn og meting. Púrt onki ?persónligt? er við upphæddunum í kunngerð almannamálaráðharrans. Almannastovan hevur áður útgoldið hesar viðbøtur fult í tráð við gomlu lógina(!), og als ikki ?av órøttum?, sum sagt verður í skrivinum.

Sostatt verður tað, sum áður varð útgoldið sum fastar upphæddir við heimild í lóg, nú útgoldið sum fastar ?persónligar? viðbøtur, sambært kunngerð við ivasamari heimild.

Tað pensiónslógaruppskotið, sum varð lagt fyri løgtingið undan hesum, og sum var til ummælis hjá ráðum, feløgum, kommunum og Almannastovuni, innihelt allar tær viðbøtur, sum í januar komu inn gjøgnum bakdyrnar við eini ivasamari kunngerð. Fyri at gera tað heila oh so einfalt, bleiv kutað, klipt og skorið í gamla uppskotinum. Og ja, nýggja uppskotið, sum nærum óbroytt bleiv samtykt í løgtinginum 10. mai 1999, sá eisini einfaldari og penari út. So einfaldar og penar vóru avleiðingarnar sum kunnugt ikki. Og skilið er hareftir.


Endi

Er skrivið frá fyrisiting almannamálaráðharrans um heimildarloysi á Almannastovuni eitt úrslit av vantandi vitan og fatan av innihaldi og samanhangi í gomlu og nýggju pensiónslóggávuni og umsitingini av henni? Ella eru ósannindini um heimildarloysi sett inn fyri tilvitað yvir fyri hægri myndugleika at flyta fokus frá týdningarmesta og mest ivasama partinum av kunngerðina? Er tað samstundis ein klossut roynd at skúgva frá sær ábyrgd av tí lógararbeiði, sum fekk so óhepnar fylgjur? Hví verða pástandirnir um heimildarleysa umsiting á Almannastovuni ikki eftirkannaðir á hægri stað, um ikki annað, so sendir aftur til almannafyrisitingina við áheitan um nærri útgreining, ístaðin fyri at lata pástandirnar ógrundgivnar og óútgreinaðar hanga í leysari luft?

Hevur Almannastovan umsitið í heimildarloysi, so er tað ikki fyrr enn við umrøddu kunngerðini frá januar í ár, umframt eini aðrari líka so ivasamari, sum kom í gildi um sama mundi. Og tá lógarásettar pensiónsupphæddir vórðu broyttar fyri at umsita eina skattalóg!, sum varð samtykt nakað aftaná. Sum Almanna- og Heilsumalastýrið gjørdi Almannastovuni púra greitt, at hon skuldi umsita!


Tórshavn 9. oktober 2000


Maria Jacobsen

fyrrverandi

almannastjóri