Heimið hjá Michael Jackson selt

Kenda heimið hjá Michael Jackson, Neverland, er nú blivið selt

Kendi bústaðurin hjá Michael Jackson, sála, í Santa Barbara, Neverland, er selt fyri 22 milliónir dollarar, ella 134 milliónir krónur, til ríkmannin Ron Burkle.

Michael Jackson, sum doyði í 2009, umbygdi ognina hjá sær, Neverland, til ein stuttleikapark við einum ævintýratema.

Neverland er eisini staðið, har heimsstjørnan sambært skuldsetingum í eitt nú dokumentarinum "leaving Neverland" skal hava gjørt seg inn á ungar drongir.

Eftir at heimsstjørnan doyði í 2009 fekk Neverland nýtt navn, Sycamore Valley Ranch, í eini roynd at bøta um umdømið hjá ognini.