Ein av teimum mongu, sum vóru við Óla í Íslandi, var Jákup Mikal Mikkelsen, og eins og hini, sum vóru á slóðini í Íslandi, lat hann væl at túrinum.
- Eg kann ikki siga annað enn, at mær hevur dámað væl, hetta hevur verið ein ógvuliga hugnaligur túrur, sigur Jákup Mikal Mikkelsen.
Hann er ein av teimum, sum hevur verið til lands í Íslandi.
- Tað var undir krígnum, tá tóku teir seg saman fýra skip. Tað var Grønanes, Elisabeth og Docea, sum hoyrdu til Sandavágs, og so Sólbrún úr Miðvági. Tað gekk fyri seg á tann hátt, at tey fiskaðu saman, og eitt skip varð fylt at gangin. Samstundis keyptu vit fiskin, sum bleiv landaður á Bakkafjørðinum av smábátunum, sigur Jákup Mikal Mikkelsen.
Sjálvir fiskaðu teir frá skipunum.
- Vit høvdu línu í stampum og línuspæl, meðan hini trý skipini høvdu bátar at fiska við, sigur Jákup Mikal Mikkelsen.
Teir gjørdu tveir túrar. Farið var yvir í juni og síðani varð hildið á út á heystið í 1943.
Jákup Mikal var eisini í Íslandi í 1945.
- Tá róði eg út ffrá Torshavn í Tisselfjørðinum við einum seksáringi, sum Marjus í Króki var formaður á, vit vóru fimm mans, sigur Jákup Mikal Mikkelsen.
Teir vóru allir toftamenn uttan tann eini, ið var av Nesi.
Arbeiddi flogvøll
Í 1939 og 1940 var Jákup Mikal Mikkelsen við Elsu undir Grønlandi.
- Tað hendi so tað, at kríggið brast á meðan vit vóru í Grønlandi, og tá fór manningartalið úr 22-24 niður í sjey, so har máttu vit ungu draga í land, sigur Jákup Mikal Mikelsen.
Hann fór so í 1941 yvir til Reykjavíkar at arbeiða upp á flogvøllin hjá enska hervaldinum.
- Vit vóru 250 mans. Eg haldi vit fóru yvir í mai mánaði og komu aftur í september. Tað var ógvuliga hugaligt. Vit vóru seks hold, og trý arbeiddu í senn. Vit byrjaðu klokkan seks á morgni til klokkan tvey um dagin, so tóku hinir við frá klokkan tvey til klokkan tíggju á kvøldi, sigur Jákup Mikal Mikkelsen.
So skiftust teir aðru hvørja viku at hava morgun- og kvøldvaktina.
Í fisk á landi
Árið eftir var Jákup Mikal Mikkelsen aftur í Íslandi, men hesaferð í fiski uppi á landi í Palsfjørðinum.
- Vit vóru einir 16 føroyingar har yviri, einir tíggju úr Skálavík, tríggir av Toftum, tríggir av Strondum, so vit vóru nokk so nógvir mans, sigur Jákup Mikal Mikkelsen.
Fiskurin varð skorin til flak, men ikki skrædlaður. Síðani var hann koyrdur í trækassar og frystur, áðrenn hann varð seldur til Onglands.
- Umstøðurnar vóru framúr góðar, bæði at búgva og arbeiða. Vit høvdu eina stóra barakk at búgva í, sum hevði verið brúkt av norðmonnum á Hafnafjørðinum á hvalaveiði. Eisini høvdu vit ein íslendskan kokk. Har var ógvuliga bíligt og einastandandi fittir menn at vera hjá, sigur Jákup Mikal Mikkelsen.
Bíða eftir heimferð
Men tað var ikki altíð líka høgligt at ferðast millum lond tá sum nú, og eina heimferð minnist Jákup Mikal Mikkelsen burturúr væl.
- Tað var soleiðis, at eingin fartur var millum londini, og tí vóru tað bert fiskiskip at ferðast við. Í Íslandi fóru vit umborð á Dettifoss, sum var eitt skip, ið tók bæði ferðafólk og frakt. Hagani fóru vit vestuereftir upp á Norðurlandið, og hann legði inn í næstan hvørjari bygd, sigur Jákup Mikal Mikkelsen.
Teir komu so fram til Akureyrar, og tað mundi taka einar átta dagar.
- Har lá so Hjørdis, og vit skuldu sleppa heim við henni, men tað gekk ikki altíð so skjótt at fáa fisk, og hon lá og bíðaði eftir tørni, so vit lógu og bíðaðu í einar 14 dagar, áðrenn vit fingu tørn at taka fisk á Siglifjørðinum, sigur Jákup Mikal Mikkelsen.
Tá gekk hampiliga skjótt at fylla skipið, og eftir trimum døgum var klárt at sigla.
- Men hvat hendir. Tá vit komu út á Siglines, brotnar motorurin. Tað var krumtapsaksilin, ið fór, so vit máttu sleipast inn aftur á Siglifjørðin. Men tað var so heppið, at har kom eitt skip, Gudrunsøka, eitt vágaskip, so vit sluppu heim við henni.
Men tað skuldi vísa seg at gerast ein drúgvur túrur við henni.
- Motormegin var lítil, og vit komu so darlandi eftir Norðurlandinum og suður um nesið, men tá bleiv slíkt óveður lágt, at vit seysaðu inn á Seyðisfjørðin. Har lógu vit so og bíðaðu einar tríggjar dagar, men veðrið gjørdist ongantíð gott so vit máttu bara fara avstað aftur kortini, sigur Jákup Mikal Mikkelsen.
Við til Skotlands
Tað bleiv tann standandi landsynningur og ferðin gekk seint, og teir sigldu í fleiri dagar.
- Tað gekk soleiðis, til vit nærkaðust Føroyum, tá kom hann vestur um við vindi. So skipið spolaði eystur gjøgnum Skopunarfjørð, so vit, sum skuldu setast av í Føroyum, fylgdu bara við niður til Skotlands, sigur Jákup Mikal Mikkelsen.
Kontrollstaðið var í Scrabster, men teir gjørdust so eystarliga á, at teir komu inn í Westfirth í Orkneyoyggjunum, og har kom so ein trolari og førdu teir inn til Kirkwall til kontroll.
- Har bíðaðu vit so eftir kontrolli í einar tveir dagar. Tá vit so endiliga fóru hagani, gekk tað toluligt suður til Aberdeen. Tá var fiskurin vorðin 28 dagar gamal. Hevði tað verið í dag, høvdu teir ikki sloppi av við ein tann einasta fisk, men tað var mangul upp á fisk, og eg haldi teir fingu eina brúkliga sølu eftir umstøðunum, sigur Jákup Mikal Mikkelsen.
Teir lógu so átta dagar í Aberdeen, áðrenn leiðin aftur gekk móti Føroyum.
- Tá eg kom til hús vóru gingnir snøggir tveir mánaðir, frá tí vit fóru umborð á Dettifoss í Íslandi, sigur Jákup Mikal Mikkelsen.
So tað má sigast, at talan gjørdist um eina drúgva heimferð.