Heimavirkið til heiður og æru

Norðoya Heimavirkið letur í dag upp í søguligum hølum. Gongur eftir vild, verða dyrnar latnar upp fyri viðskiftafólki mikudagin 13. apríl 2011.

Nýggja staðið hjá Norðoya Heimavirki verður í norðara parti av bygninginum á Biskupsstøð, har J. F. Kjølbro hevði sín fyrsta handil. 
Hølini hava menn hjá Vegadeildini sett í stand, og er nú eisini ein »sponsk trappa« gjørd frammanfyri og stórt tún. So har verður hugnaligt í vesturskininum, við útsýni yvir allan miðbýin og út á vágna.
Í dag letur Heimavirkið upp fyri almenninginum í nýggju hølunum.
Hendan loysnin er úrslit av drúgvum samráðingum við Norðoya Heimavirkið og Norðoya Kunningarstovu, sum Gunvá við Keldu, borgarstjóri, og Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri, hava staðið á odda fyri vegna kommununa. Næsta stigið í hesi tilgongd er, at Kunningarstovan flytir inn í tann sunnara partin av hesum sama bygninginum á Biskupsstøð, har Norðoya Heimavirki hevur hildið til í meira enn 20 ár.
Við hesum hevur Kunningarstovan nátt sínum ynski um at vera nærri miðbýnum, har ferðasambandið til og frá Klaksvík byrjar og fáa eitt gott tún frammanfyri, har skipað kann verða fyri ymiskum tiltøkum.
So samanumtikið verður meira lív í húsinum og miðbýnum annars
 
Søguliga áhugverdur bygningur
Í bókini Klaksvíkar Søga II. bind hjá Hans Andreas Sølvará, og aðrastaðni við, verður greitt frá, at  upprunaligu sethúsini hjá J. F. Kjølbro á Biskupsstøð eru frá 1909 og verða uppíbygd norðureftir við handli í 1912.
Á myndum av húsunum sæst, at gólvið í handlinum er eini tvey trin lægri, enn í húsini annars. Hesin parturin – fyrsti handilin hjá J. F. Kjølbro – er enn innrættaður við tveimum trinum niður í norðara partin av handlinum, sum verður komandi Heimavirkið. Kona Kjølbro, Karin, ambætaði handlinum fyrstu árini, samstundis sum hon helt hús – hetta var høgligt við samanbyggingini.
Um vikuskiftið hevur verið stákan í »nýggja« handlinum hjá Heimavirkinum, har tey hava sett upp á hyllarnar. Stórt tún – ella hátún – er gjørt frammanfyri, so til ber at ganga ella rulla úr túninum framanfyri bókasavnið og oman til inngongdina vestanfyri til nýggja Heimavirkið.
Upprunaliga var inngongdin til handilin hjá Kjølbro omanfyri.
Norðrari endi var, sum sagt, fyrsti handilin hjá Jógvan Fr. Joensen, seinni Kjølbro, ið lat upp 12.12.1912. Her byrjaði í tí lítla ein handil, sum fá ár seinni gjørdist partur av størstu fyritøkuni í landinum.
Hølið varð nýtt sum handil fram til 1930, tá ið tann bygningurin, sum Heimavirkið hevur hildið til í inntil nú, verður tikin í nýtslu. Aftaná verður handilshølið brúkt sum goymsluhøli tey nógvu árini síðan 1930, seinni partvís sum matstova hjá starvsfólkum.
í 1923 flyta Kjølbro og konan, Karin, úr hesum húsunum og longur niðan á Biskupstøð – niðan í trøð teirra, sum varð innløgd 1912. Sethúsa-hølini vórðu síðani brúkt sum skrivstova frá1923-1930. Í 1930 flutti skrivstovan norður á Stengur, og gamla skrivstovan bleiv ísinkramhandil.
Norðaru hølini hava seinni verið nýtt til mangt ymiskt, partur av teimum sum frystihøli og goymsla, men mangur tónleikabólkur í Klaksvík hevur eisini havt sínar venjingar inni her, og hava hesir karmar verið við til at gera teir navnframar kring oyggjarnar.
 So sigast má, at Heimavirkið er komið til heiðurs og æru á handisliga søguligum staði.


FAKTA
1909: J. F. Kjølbro, tá Joensen, og Karin á Biskupsstøð, giftast og flyta inn í nýggj sethús á Biskupsstøð (myndin, uttan handil).
1912: J. F. Kjølbro og Karin byggja upp í norðara enda, vanligan keypmannshandil
1923: Tey byggja nýggj sethús uppi í trøðni, gomlu sethúsini blíva tikin upp í handilin, eisini sum skrivstova. Nú byrja skip at kom: Solo og John Bull Hjá Dáva úr Gerðum, beiggja Kjølbro. Síðani Britons Pride og seinni eisni Ernestine.
1930: Nýggjur handil bygdur uppí suðureftir, keypmannshandil, »Toystova« í erva.
Skrivstovan flytir norður á Stengur og gomlu skrivstovuhølini blíva Isenkramhandil.
1955: Nýggj toystova, nú KLÆDNABÚÐIN, blívur bygd sunnanfyri núverandi bókasavn.
Gamla Toystovan í erva blívur Isenkramhandil. Og gamli Isenkramhandilin í gomlu sethúsunum blívur goymsla saman við upprunaligu handilshølunum.
1967: Svend Thulesen ger av at steðga við øllum vanligum keypmannshandilsskapi og letur aftur báðir handlarnar - á Biskupsstøð og Stongunum. Men heldur fram við Isinkram á Biskupsstøð, samstundis sum máling og gólv flytir av Stongunum heim á Biskupsstøð við Palla Marstein, Havnar-Palla, sum stjóra. Klædnabúðin heldur fram.
1976: Alt letur aftur: Ísenkram, máling/gólv og Klædnabúðin.
Kommunan yvirtekur alt Biskupstøð, sum tað er:
Gomlu handilshúsini, gamla Íshúsið, Klædnabúðina, Bilhúsið (nú kappróðrarneyst), Kolgarðin (nú P-pláss hjá Betesda), gamla ráfiskahúsið v/ neystið og biskupsstøðbrúnna.


----------------------------------------------------------------------------------------------------