Heimavøllurin skal bera Týskland

Týskland hevur framt eitt ættarliðsskifti á hondbóltslandsliðnum, og nú skulu ungu leikararnir royna at fáa eitt gott úrslit, tá teir hýsa HM í Týsklandi

Bólkur C:

Týskland hevur í nógv ár verið ein av heimsins størstu hondbóltstjóðum, men eftir silvurheiðursmerkið í OL 2004 hevur ikki gingið heilt eftir vild. Nú hava teir aftur møguleikan at fáa eitt gott úrslit, tá teir sjálvir hýsa HM-endaspælinum. Teir hava fingið eitt gott lutakast, har teir eru endaðir í bólki saman við Póllandi, Brasilia og Argentina.
 
Verjan skal vísa vegin
Týskland hevur verið við í øllum HM-endaspølunum í manshondbólti higartil. Undan samanleggingini var landið altíð umboðað antin av Vesturtýsklandi ella av Eysturtýsklandi, og síðani Týskland bleiv ein sameind tjóð hevur landið tikið lut í hvøjrum HM-endaspæli.
Úrslitini hava eisini verið avbera góð, men síðani silvurheiðursmerkið í OL í 2004 hevur gingið niður á bakka. Venjarin við tí kenda yvirskegginum, Heiner Brand, valdi tá at fremja eitt ættarliðsskifti, og ungu leikararnir hava havt brúk fyri tíð at gerast klárir til stóru endaspølini.
Nú tykjast ungu leikararnir meir klárir enn nakrantíð, og heimavøllurin fer óivað at hjálpa teimum í teirra royndum at røkka heiðursmerkjaplássi.
 
Pólland kann hótta Týskland
Pólland er liðið, sum eftir øllum at døma fer at geva Týsklandi størstu mótstøðuna. Teir máttu út í ein play-off dyst fyri at røkka HM-endaspælinum, og her vunnu teir á Grikkalandi. Serliga á heimavølli vísti verjan spæl í heimsflokki, og tað verður eisini verjan og málverjin, sum skulu hjálpa póllendingum á teirra vegi til millumspælið.
Pólland hevur eitt gott lið við nógvum góðum leikarum, sum dagliga spæla í týsku bundesliguni. Serliga tveir leikarar hava stóran týdning á landsliðnum. Teir eru málverjin, Slavomir Szmal, og høgri bakkurin, Marcin Lijewski.
 
Suðuramerikanskur íblástur
Tey bæði síðstu liðini í bólkinum eru bæði frá Suðuramerika. Her er talan um Brasilia og Argentina. Hóast hesi bæði londini ikki hava tað heilt stóra at vísa á í HM-høpi, so hava tey fleiri serstakliga góð úrslit at vísa á. Serliga Argentina fekk eitt gott úrslit í HM í 2003. Tá byrjaðu teir við at vinna á Kroatia og spæla javnt ímóti Russlandi, men eftir hetta steðgaði upp. Slík úrslit vísa tó, at londini úr Suðuramerika ikki eru til at spæla við.