Lutakastið til UEFA Nations League kappingina hevur í dag verið í sveisiska býnum, Lausanne, har tað er vorðið greitt, hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti í kappingini, sum verður spæld seinni í ár.
Tá lutakastið til division 4, var liðugt, var greitt, at Føroyar er komið í bólk saman við Kosovo, Malta og Aserbadjan. Atli Gregersen, ið er liðskipari á landsliðnum, heldur at talan er um bólk, sum passar Føroyum rímiliga væl.
- Tað fyrsta eg hugsi er, at tað er óheppið at fáa Kosovo úr lægsta bólkinum, men hini londini eru góð at trekkja. Vit hava góðar royndir móti Malta í a-landsliðshøpi, og U-21 landsliðið hevur fleiri ferðir fingið fín úrslit móti Aserbadjan, sigur Atli Gregersen.
Atli Gregersen leggur dent á, at tað er umráðandi at føroysku áskoðararnir kenna týdningin av at møta upp til dystirnar á heimavølli.
- Tað at spæla ímóti Kosovo á útivølli og móti Aserbadjan á útivølli, passar eitt sindur verri við ferðing, enn tildømis at fara til Malta. Men eg síggi okkum hava góðan møguleika móti øllum trimum londunum, og eg veit, at heimavøllurin hjá okkum kann verða avgerandi. Fáa vit tildømis góð úrslit í øllum heimadystunum, og nøkur fín úrslit á útivølli, kann tað gott røkka nokkso langt, sigur Atli Gregersen, sum tó leggur dent á, at fyri at fáa góðu úrslitini á heimavølli, krevst stórur stuðul frá føroysku áskoðarunum.
Fyrstu dystirnir í UEFA Nations League kappingini vera spældir í september.