Heimatænastan: Sálarfrøðingur skal fylgja leiðsluni

Trivnaðurin í Heimatænastuni er so mikið vánaligur, at ein sálarfrøðingur skal fylgja við, nú átøk skulu gerast fyri at betra um trivnaðin

 

Trivnaðurin í Heimatænastuni hevur verið úti av lagi vánaligur. Fyri at bøta um trivnaðin var neyðugt at seta ein nýggjan leiðara sum skjótast, og Almannaverkið hevur spurt Metu av Fløtum, sum er dagligur leiðari av Lágargarði, um hon vil taka við starvinum sum økisleiðari fyrisbils.

Sálarfrøðingurin, Helgi Rasmussen, sum hevur staðið fyri trivnaðarkanningini í Heimtænastuni, skal somuleiðis vera við í byrjanini, við tí fyri eyga at skapa eina skipaða tilgongd fyri at betra um trivnaðin.

- Fólk sum mistrívast og hava tað ringt hava tørv á eini lekjandi proces, sigur Hallur Thomsen. Hann vil ikki nevna nakað dømi um, hvat kanningin vísir, men sigur, at tá tað verður víst á so nógv negativ virðurskifti í eini kanning, er neyðugt at hugsa um, hvussu starvsfólkið verður handfarið.

Orøkin til, at tey hava ”headhuntað” Metu av Fløtum er, at tey kenna hana frá størvum innan Almannaverkið frammanundan.

- Vit eru ikki í iva um hennara førleikar, og tað er av týdningi, at ein nýggj leiðsla kann koma í gongd, skótast, sigur hann.

Tíðindini um, at Meta av Fløtum var sett í starv sum fyribilsleiðari vórðu væl mótikin.
- Fleiri av starvsfólkunum kenna Metu av Fløtum frá tíðini, tá hon var leiðari í øki 1, og tey vóru sera fegin um at hoyra, at hon kemur aftur. Fólk vóru glað og hon fekk klemm á gongini aftaná, sigur Hallur Thomsen.

Hann ber seg undan at svara upp á, hví einki hevur verið gjørt við leiðslutrupulleikan áður.

- Eg havi bara verið her í átta mánaðir, so tað veit eg ikki, sigur hann.