Heimastýrislógin er donsk lóg

- Heimastýrislógin fyri Føroyar er ein donsk lóg burturav, og hana kann Fólkatingið broyta uttan at spyrja føroyingar eftir. Føroyingar hava fingið nakrar heimildir frá donsku stjórnini, men tær kann stjórnin taka aftur, um tit ikki halda tær við skili, sigur Vagn Wåhlin, professari

Vitjanin hjá Poul Nyrup Rasmussen er farin aftur um bak. Á tíðindafundi hevur hann alment sagt, at føroyingar sjálvir avgera ríkisstøðu sína. Hann hevur eisini sagt, at tað eru føroyingar, sum ráða í Føroyum, og at danska stjórnin fer ikki at leggja seg út í, hvussu vit fara við fiskastovnunum.

Men hesum eru ikki øll samd í. Um vikuskiftið tók Vagn Wåhlin, sum er professari í søgu, til orðanna ímóti hesi uppfatan.

Vagn Wåhlin hevur granskað í føroyskum viðurskiftum í 14 ár. Í eini samrøðu við Jyllands-Posten, ger hann púra greitt at støða Føroya í danska ríkinum, er at samanlíkna við eitt danskt amt ella kommunu. Hetta, sigur hann, er í samsvari við donsku grundlógina, sum eisini er galdandi fyri Føroyar.

Vagn Wåhlin sigur m. a.:

- Danska Grundlógin var tinglýst í Føroyum í 1850. Føroyingar vórðu ikki eftirspurdir, men heldur ongin mótmælti.

- Í danska ríkisdegnum mótmælti Anders Sandø Ørsted. Hann var ein av kendastu donsku advokatum og statsrættarserfrøðingum um tað mundið. Hann gjørdi vart við, at Føroyar eru eitt sjálvstøðugt land undir donsku trúnuni, og tí kunnu vit ikki gera teir til ein part av ríkinum, uttan at spyrja teir fyrst.

- Eg eri vísur í, at Sandø Ørsted hevur rætt. Men , sum sagt, Grundlógin varð tinglýst í Føroyum, uttan at ein sál setti spurnartekin við tað. Heldur ikki Niels Winther.

Heimastýrislógin kom í gildi í 1948, men tað var ongantíð greitt, hvør hevði síðsta orðið í ávísum spurningum. Hesin trupuleiki loysti seg sjálvur í 1953, tá Grundlógin varð broytt.

- Her varð grein 1 í gomlu Grundlógini broytt til grein 2, og tann nýggja grein 1 sigur, at Grundlógin fevnir um allar partar av danska ríkinum. Hetta stóð ikki í gomlu lógini, men tað merkir, at Føroyar nú er at rokna, sum partur av danska ríkinum. Harafturímóti stendur tað ongastaðni í Grundlógini, at danska ríkið eru trý sjálvstøðug lond. Bara at talan er um eitt ríki.

- Hesari broyting hava allir føroyskir fólkatingsmenn arbeitt undir síðani, og ongin teirra hevur mótmælt hesi orðing.


Delegatiónsteori ella avtaluteori

- Í Grundlógini stendur, at stjórnin ikki hevur rætt til at lata »yvirharradømi« frá sær, uttan at spyrja Fólkatingi, ella at fólkaatkvøða hevur verið. Hetta er ikki hent í sambandi við føroysku Heimastýrislógina.

- Tað er m. a. tí eg sigi, at talan er um delegatiónsrætt, bara í einum meira »ekstremum formi«, enn gjørt verður við kommunur og amt.

- Í Grundlógini stendur eisini, at tey, ið hava hesar heimildir, eru undir eftirliti av stjórnini. Hetta merkir, at verða hesar heimildir misbrúktar, so skal stjórnin blandað seg upp í. Og tað var júst tað hon gjørdi í 1992.

Vagn Wåhlin samanber føroysku støðuna við tað, sum hendi í Keypmannahavnar kommunu fyri fáum árum síðani.

- Kommunustýrið hevði trupuleikar av at fáa fíggjarlógina at hanga saman, og teir manglaðu nógvan pening. Úrslitið var, at stjórnin tók kommununa av ræðið, og setti Keypmannahavn undir administratión. Teir kravdu m. a. at kommunan skuldi selja virðir fyri uml. 800 mió. kr. fyri at útvega pening.

- Og tað var stórt sæð tað sama, sum hendi í Føroyum í 1993, sigur Vagn Wåhlin.

Tað hevur í longri tíð verið kjakast um, hvørt føroyingar hava nøkur fólkarættarlig krøv í hesum sambandi ella ikki. Hetta kjak hevur serliga verið millum Frederik Harhoff, dr. jur. og Vagn Wåhlin, professara. - Fólkarættur er nakað, sum vit kunnu tosa okkum til sættis um, tá tað er rætt at gera tað. Tá tað veruliga kemur til skarpskeringar, so er tað tær skrivaðu lógirnar, sum galda. Tað merkir m. a., at stjórnin skal »grípa« inn, tá tað er neyðugt.

Tað er við hesi grundgeving, at Wåhlin heldur fast við, at talan ikki er um avtalu millum tvey lond. Her er talan um, at føroyingar frá dønum hava fingið rætt til at umsita ávís økir í samsvari við heimastýrislógina.


Undirgrundin og avgerðarrætturin

I 1992 fór føroysk samráðingarnevnd til Danmarkar á fund við Schlüter um undirgrundina og rættindini til ráevnini í undirgrundini. Roknað varð við drúgvum samráðingum, men so varð ikki. Føroyska samráðingarnevndin »fekk« undirgrundina við sær aftur til Føroya, og hildið varð, at hetta var eitt stórt framstig fyri føroyingar.

Hesum er Vagn Wåhlin ikki samdur í.

Hann sigur, at hann ikki nakrastaðni hevur sæð, at danska stjórnin, hevur givið frá sær »yvirharradømi«, og tí er hetta bert ein víðking av teimum heimildum, sum vit hava fingið við heimastýrislógina.

- Eisini á hesum øki, skal danska stjórnin hava eftirlit við, um føroyingar brúka hesa heimild við skilið. Hugsa tær, um føroyingar selja rættindini at bora, fyri lítið og lætt, so skal danska stjórnin sambært Grundlógini ógilda hesar avtalur.

Tá Poul Nyrup Rasmussen var í Føroyum, segði hann, at føroyingar hava ábyrgdina av samráðingunum við bretar um markið. Hann segði eisini, at danir fegnir vildu hjálpa okkum, um tørvur var á tí. Hvønn týdning hevur hetta so, sambært Vagn Wåhlin?

- Ongan. Um samráðingarnar slitna og enda úrslitaleysar, og tað ikki kemst víðari, so skulu bretar venda sær til donsku myndugleikarnar, og ikki teir føroysku.

Tað er her Frederik Harhoff og aðrir statsrættarserfrøðingar fara skeivir. Tí gongur alt skeivt, og kunnu menn ikki blíva samdir, hvat er tá galdandi?

Tað er ikki fólkarættur, men konkretar traktatir, sigur Vagn Wåhlin.

Viðvíkjandi rætti føroyinga til egið ríkið, sigur Vagn Wåhlin:

- Um føroyingar krevja sjálvsstýri, so krevur hetta eina grundlógarbroyting, ella at veljararnir skulu til fólkaatkvøðu, bæði í Føroyum og Danmark. Og tá verður ikki talan um eina vegleiðandi fólkaatkvøðu, men eina »bestemmandi« fólkaatkvøðu, og teimum er stórur munur á. Eisini her tosa vit um at lata »yvirharradømi« frá sær, og tað hevur stjórnin ikki loyvi til sambært Grundlógini. Hon skal spyrja Fólkatingið og/ella fólkið eftir.

Danir hava sjálvir verið í hesi støðu, og koma tað aftur í mei, tá teir skulu atkvøða um Amsterdam-sáttmálan. Danska stjórnin skal geva EU-myndugleikunum nøkur av teimum rættindum, hon hevur sambært Grundlógini, og tí skal fólki spyrjast.


Fyrispurningur

í tinginum

Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, spurdi í desember Vibeke Larsen, Ríkisumboðsmann um hvussu danir tulka heimastýrislógina og rættindini til ráevnini í undirgrundini.

Ikki var møguligt, at fáa ábending um, hvat svarið varð. Heldur ikki, tá Nyrup var í Føroyum í síðstu viku. Tá segði hann, at talan var um ein torskildan spurning.

Í gjár kom so svarið frá ríkisumboðnum, og sigast má, at Vagn Wåhlin fær rætt í sínari tulking. Sagt verður í svarinum, at danska forsætismálaráðið tulkar avtaluna sum »ein sáttmála« millum Føroyar og Danmark, sum ikki einvíst eigur at verða broyttur av dønum, uttan góðkenning frá heimastýrinum.

Hetta merkir, at danir ikki nýtast at spyrja føroyingar eftir, men at teir eiga at gera tað av politiskum og moralskum ávum.

Tað er onki at ivast í, at hetta verður bensin á bálið í kjakinum um ríkisrættarligu støðu Føroya. Er støðan sum Vagn Wåhlin sigur, hon er, og sum forsætismálaráðið eftir øllum at døma gevur honum rætt í, so er ikki alt sum vit hava hildið tað verið.

Lesið svarið frá Ríkisumboðnum til Bjarna Djurholm aðrastaðni í blaðnum.