Heimasjúkra-systrar inn á røktarheimið

Higartil hava heimasjúkrasystrarnar og sjúkrasystrarnar á stovnum havt hvør sítt arbeiðsøki, men nú hevur Sjúkrasystrafelag Føroya latið upp fyri, at múrarnir kunnu brótast niður.


Á Sandi er nevniliga ætlanin, at heimasjúkrasystrarnar í oynni eisini skulu arbeiða á røktarheiminum, ið letur upp um tvær vikur.

Tað vil siga, at Heimarøktin og røktarheimið skulu samskipast.

Men tað kravdi, at Sjúkrasystrafelagið gjørdi eina broyting í sínum sáttmála, og henda broyting er nú gjørd.

Eitt petti er skoytt uppí, og har verður sagt, at skipað samdøgursvakt kann setast í verk í Sandoynni sum ein samskipan ímillum røktarheimini, sambýli og heimasjúkrasystrarnar.