Heimasigur til KÍF

Damir Oros var tvey mál betri enn Henrik Gerster, og tað var eisini samlaði munurin eftir 2X30 minuttir

Hondbóltur
Jákup Mørk

Einki er at ivast í, hvønn leikarar kollfirðingar hava sett størsta álitið til málskjóting á hetta kappingarárið. Damir Oros vísti seg í fjør at vera sannur fongur hjá liðnum, og tó at tað tók sína tið, so kom hann eisni til landið innan kappingarbyrjan í ár.
Og longu í fyrsta dystinum sýndi hann, at hann framvegis hevur skotarmin intaktan. Tíggju ferðirnar langaði hann bóltin í meskarnar hjá H71, og so hjálpti tað í hesum umfarinum lítið, at H71 hevur fingið sín størsta skjútta nakrantíð aftur á liðið. Talan er sjálvandi um Henrik Gerster, og tó at hann ikki longu hevur sama avsett, sum hann hevði fyrru ferðina hann var venjari í Hoyvík, so man tað vera fáur leikari, sum hevur somu skotstyrki í vinstru hond.
Leingi var eisini líkt til, at talan skuldi gerast um tvídyst teirra millum. Ein dystur sum Oros at enda vann, og einki er at ivast í, at tað eisini eru júst hesir báðir leikararnir, sum mótstøðuliðini skulu vara seg fyri, tá H71 ella KÍF eru mótstøðuliðini Á pappírinum er talan kanska um veikastu liðini hetta kappingarárið, men tað er einki at ivast í, at tey eisini í ár fara at gera onkran vørrin, og tað skal sum so ikki undra so øgiligt, um tey onkursvegna fara at gera munin á vágskálini, tá øll stigini verða tald saman í apríl mánaði.

Dysturin í tølum
KÍF-H71 28-26 (17-12)
Málskjúttar
KÍF: Damir Oros 10(5), Petur Martin Poulsen 8, Mirko Milenkovic 3, Rógvi Weihe 3, Regin Petersen 2, Kristjan Madsen 1, Finn Heri Johannesen 1
H71: Henrik Gerster 8(3), Halgir Dahl Olesen 5, Johnny Durhuus 5, Niels Viggo Niclasen 4, Jákup á Borg 2, Olaf Vestergaard 1, Kristian Eli Zachariasen 1
Brotskøst: KÍF 7, H71 4
Útvísingar: KÍF 3, H71 2
Dómarar úr Kyndli: Geir Wardum & Gunnar Gregoriusen.