Heimasíða um venjing og kostráðgeving til barnakonur

Lív á Argjahøvda av Argjum stovnar í dag nýggju heimasíðuna duvaelgerselv.dk sum hevur til endamáls at hjálpa barnakonum sum ynskja at venja og eta heilsugott í viðgongutíðini, og í tíðini eftir at tær hava átt.

Lív á Argjahøvda av Argjum stovnar í dag nýggju heimasíðuna duvaelgerselv.dk sum hevur til endamáls at hjálpa barnakonum sum ynskja at venja og eta heilsugott í viðgongutíðini, og í tíðini eftir at tær hava átt. Lív hevur havt Facebook síðuna Kroppur tín - Valið er títt í eina tíð, og nú kemur heimasíðan eisini upp at koyra.

 

 

Kroppur tín - valið er títt er føroyska útgávan av Din krop - du vælger selv. Lív á Argjahøvda sum býr í Valby í Keypmannahavn er útbúgvin bachelor i føðslu og heilsu við sergrein í heilsusamskifti, cand. mag. í broytingar mannagongdum, og so er hon eisini persónligur venjari.

 

Hugskotið til fyritøkuna kom tá fleiri vinkonur spurdu Lív um ráð til kost og rørslu í viðgongutíðini og tíðini aftana, bæði í Føroyum og í Danmark. Lív á Argjahøvda bjóðar persónliga ráðgeving og venjing umvegis skype, telefon ella teldupost.

 

- Soleiðis ber til at stýra samskiftinum og vegleiðingini, tá ið tað hóskar tær, sigur hon.

 

Lív greiðir frá at tá hon gekk við barni fyrstu ferð fyri fýra árum síðani í føroyum saknaði hon eitt tilboð sum hetta, og av tí at hon hevur fingið fleiri fyrispurningar heldur hon at tørvurin er har.

 

- Persónliga hevði eg brúk fyri vegleiðing um kost og venjing, men har var onki at velja í, sigur Lív á Argjahøvda.

 

Lív sum altíð hevur verið virkin á ymsan hátt, vil ráða kvinnum í viðgongutíðini til at halda seg í gongd tí tá gongur tíðarskeiðið har ein er illa fyri skjótari og lættari. Tá ein kvinna er við barn broytist kroppurin nógv og tað er ymiskt hvussu kvinnur reagera. Ryggurin og kokan verða tyngd mest og tí er tídningarmikið at leggja dent á hesar partanar á kroppinum, sigur Lív á Argjahøvda.

 

Um ein kvinna rørir seg nógv í viðgongutíðini kann føðingin ganga betri, og tað kann eisini verða lættari at koma í gongd aftur eftir at ein hevur átt.

 

Síðani leggur Lív á Argjahøvda aftrat at allar kvinnur eru ymiskar og verða ávirkaðar av at ganga við barni á ymsikar háttir og tí ikki skulu samanbera seg við hvør aðra, so ein fær ringa samvitsku yvir tað ein ikki ger.

 

- Tað tídningarmesta er at ein trenar kokuna, og tað kann gerast á ymsikan hátt og allar kvinnur kunnu vera við, sjálvt um ein ikki hevur nógva tíð ella ta stóru orkuna.

 

Eisini er møguleiki fyri ráðgeving til familjur, og fyri einstaklingin, ið ynskir at koma í gongd við at venja.