Heimasíðan orkaði ikki

Tá valúrslitini skuldu streyma út til Føroya fólk, orkaði valskipanin hjá Kringvarpinum ikki at fylgja við.

Seinastu nógvu valini hevur Kringvarpið staðið fyri at savna og miðla valúrslitini kring landið. Men eins og við fólkatingsvalinum, so gekk hetta ikki heilt uttan trupulleikar í kvøld. Fram til fyri hálvum tíma síðani vóru eingi úrslit at síggja á heimasíðuni, men nú eru hesi tó tøk.

- Í stuttum hendi tað, at ferðslan á heimasíðuni var somikið nógv, at nakrar inernar skipanir hjá okkum ikki megnaðu at fylgja við. Og tí máttu vit starta hesar av nýggjum, sigur Hans Andor Johannesen, tekniskur leiðari í Kringvarpinum.

Skipanin, sum nú verður brúkt, er web-baserað, og tí merkja slíkir trupulleikar, at úrslitini heldur ikki koma fram sum grafikkur á sjónvarpsskíggjanum. Hetta ásannar Hans Andor, men hann leggur samstundis dent á, at slíkar støður altíð kunnu koma fyri.

- Vit royna sjálvandi alt tað, sum vit eru ment, at forða fyri, at slíkt hendir. Men vit hava ongan møguleika at trýstroyna skipanirnar, tí ferðslan, sum er á heimasíðuni, tá val er, er somikið stór, at vit hava ikki aðrar støður, sum kunnu minna um hetta, sigur Hans Andor Johannesen.