Borgarin skal kunna fylgja betri við í tí, ið fer fram í Eysturkommunu, og tí hevur kommunan fingið nýggja heimasíðu.
Eysturkommuna boðar í dag frá, at kommunan hevur fingið nýggja heimasíðu, ið skal virka fyri gjøgnumskygni í kommununi og gera tað lættari fyri borgaran at fylgja við í tí, sum kommunan fæst við.
Á nýggju heimasíðuni eru býráðsfundirnir meira sjónligir á forsíðuni, og tað er lættari at fáa yvirlit yvir býráðsfundir og at taka niður fundarfrásagnir.
Harumframt er eisini komin ein teigur, ið eitur verkætlanir/arbeiði, ið skal gera tað møguligt hjá borgarunum at vita, hvørjar verkætlanir eru í gerð í kommununi, og hvussu langt áleiðis tær eru komnar.
At enda hevur nýggja heimasíðan eisini fingið eina upplesarafunku, ið ger tað lætt hjá teimum sjónveiku at nýta heimasíðuna.











