Mánadagin varð heimasíðan hjá Nes kommunu løgd út av nýggjum.
- Dentur er lagdur á, at gera hana lætta at arbeiða við, soleiðis at brúkarin kann finna teir upplýsingar, hann hevur tørv á, verður sagt úr Nes kommunu.
Heimasíðan skal haraftrat vera livandi, so at tað verður spennandi at vitja hana. Av hesi orsøk verða tíðindi ein fastur táttur á forsíðuni, eins og ætlanin er at gera meira við tað, sum hendir í kommununi.
Sum nakað nýtt, eru sonevndar ?panoramamyndir? lagdar út á forsíðuna. Hesar geva brúkaranum møguleika fyri einum útsýni yvir stórar partar av Nes kommunu, Toftavatn eins væl og yvir Skálafjørðin og syðra partin av Eysturoy.
Alt er tí gjørt fyri at heimasíðan hjá Nes kommunu skal vera eitt livandi amboð, sum brúkarin vitjar og har hann fær sínar upplýsingar frá.