Nú nýggi bygningurin á Landssjúkrahúsinum verður tikin í nýtslu fyrst í hesum árinum, er ætlanin, at fara meir og meir yvir til, at viðgera sjúklingar ambulant.
Tá hettar hendir, kemur sjálvandi bæði størri trýst at liggja á Heimarøktini, samstundis sum ein fær bæði størri og truplari avbjóðingar enn nú.
Sum øllum kunnugt, hevur verið trupult at halda játtanina við verandi skipanum, so at um ikki játtanin verður hækka svarandi til tær øktu avbjóðingarnar, er greitt, at tað koma at verða tænastur innan Heimarøktina, ið koma at detta burtur.
Tá talan er um tey bleytu virðini so sum Heimarøkt, sjúkrahús o. a., er umráðandi at velja umboð inn á ting, ið sjálvi starvast innan økið, og tí vita hvar veruligi trupulleikin er, og hvussu hann kann loysast.
Tað nyttar onki at koma við eini ørgrinnu av vallyftur uppundir val, tí at tey seinastu tvey árini hava víst, at eldraøki enn einaferð hevur verið fyri vanbýti, og at vallyftini bert rukku til valið var av.
Vit hava skyldu til at tryggja okkara gomlu eitt virðiligt lívskvøld, og er tað nakað eg sum valevni Sjálvstýrisfloksins vil arbeiða fyri.