Nú 30 ár eru liðin, síðan Heimahjálparaskipanin varð sett á stovn, kann ein ikki annað enn undrast á, hvat er hent við hesi skipan.
Tað er ongin loyna, at Heimarøktin hevur havt trupulleikar við at halda játtanina, og er heldur onki nýtt í tí, men hevur hettar verið gongdin síðan Heimahjálpar Heima- og Heilsusjúkrasystraskipanin vóru saman lagdar, og má ein spyrja, hvat er orsøkin?
Í uppskotinum til fíggjar-lóg fyri 2004 sæst, at játtanin til Heimarøktina stórt sæð er tann sama sum í 2003, og kundi ein hugsa sær at fingið at vita, hvat ætlanin er við hesi skipan.
At Heimarøktin nú hevur fingið bíðilistar, ið bara veksa, alt meðan sjálv veitanin av Heimarøkt er á einum minimalum støði ger, at vit nú hava eina støðu, ið hvørki brúkarar, teirra avvarðandi ella starvsfólkini kunnu liva við.
Støðan í Heimarøktini er heilt einkult tann, at teir brúkarar, ið eru hepnir at sleppa inn á eitt sambýli, fáa eina góða røkt alt døgnið, meðan hjálpin verður tikin frá teimum brúkarum, ið eru úti í økinum.
Sambýlini, ið vóru ætlaði til eldri fólk við ellisbrekum, eru uttan undantak øll smá røktarheim í dag, tó við tí muni, at normeringin av starvsfólkum ikki er meir enn tann sama.
Í Fokus týsdagin tann 23. september vóru tveir spurningar settir mær og Páll á Reynatúgvu, og vóru spurningar hesir: Skal tað vera ein rættur ella olmussa hjá teimum eldru, at fáa ta røkt, teimum tørvar.
Til seinasta løgtingsval meldaðu flest allir flokkar út, at tað skuldi vera ein rættur, og tí er spurningurin, um tað bert er uppundir løgtingsval, at hettar er ein rættur.
Hendan spurning meti eg at bæði vit sum starvsfólk í Heimarøktini og ikki minst tey gomlu í Føroyum hava rætt til at fáa at vita.