Eftir tilsamans 13 ár í høvuðsstýrinum, harav 10 ár sum formaður, hevur Símun Persson Jacobsen avgjørt at taka seg úr høvuðsstýrinum fyri Kirkjuligu Heimamissiónina.
Tað skrivar Trúboðin.
Símun Persson Jacobsen var fyrstu ferð valdur inn í høvuðsstýrið í mai 2010. Í juni 2013 gjørdist hann formaður, og eru tað sostatt 10 ár í summar, síðani Símun P. Jacobsen fyrstu ferð gjørdist formaður í høvuðsstýrinum.
Trúboðin skrivar, at nógv ymiskt er hent tíðarskeiðið, Símun P. Jacobsen hevur verið formaður. Ein av stóru verkætlanunum var útbyggingin av Leguhúsinum í Nesvík, sum var liðug í 2019.
Símun P. Jacobsen heldur sína seinastu formansfrágreiðing á Ársmøtinum í Nesvík í dag klokkan 13.











