Um vikuskiftið hevur vekingarrørslan Heimamissiónin ársmøti síni í Nesvík. Eitt av málunum á skránni var ein pakllborðsfundur um samleika teirra. Í eina tíð hevur verið arbeitt við einum sonevndum samleikaskjali, og varð hetta lagt fram fyri teir 200 fólkini á einum pallborðsfundi seinnapartin í gjár.
Ætlanin við hesum skjalinum er ikki at ognartaka nakað missiónshús, ella at koma við nýggjum viðtøkum, men at greina út, hvat Heimamissiónin er og hvat teirra samleiki er. Í sama viðfangi skuldi hetta somuleiðis lýsa, hvat rørslan kann standa saman um, og hvat hon hevur ymiskar meiningar um.
Umborð fyri ymisk missiónshús høvdu orðið í hesum sambandi, umframt Thomas Dam, sum er formaður í Heimamissiónini.
Hann vísti á, at í Høvuðsstýrinum hevur verið eitt ynski, at rørlsan virkaði savnandi, og tí var hetta arbeiðið við einum samleikaskjali farið í gongd.
Heimamissiónin er ein stór og eisini breið rørsla, og tí væntaði hann heldur ikki, at øll blivu samd um alt.
- Eg vóni tó, at Heimamissiónini kann vera ein týðilig andalig rørsla. Men eg vænti kortini ikki, at øll fara at marsjera í takt, segði Thomas.