Formula.fo er helst tað KT-virkið í Føroyum, sum oftast hevur verið í yvirskriftunum fyri serlig avrik síðstu árini.
Á Vinnudegnum varð Ársins átak 2003 latið Formula.fo fyri menningina av TotalView, sum er ein talgild vekslaraskipan. Tað var serliga avtalan við teldurisan Siemens um marknaðarføring uttanlands, sum vakti ans.
Seinni er komið fram, at Formula.fo hevur fingið stóra avtalu í lag um sølu av ritbúnaði til tey fimm sjúkrahúsini í Storstrøms amt. Har búgva seks ferðir so nógv fólk sum í Føroyum, og allir stovnarnir í amtinum skulu eftir ætlan nýta skipanina PatSec. Hetta fekk fólk at kalla ordran fyri eitt satt frambrot.
Dømini vísa, at Formula.fo hevur gingið undan og prógvað, at tað ber til hjá føroyingum at útflyta kunningartøkni, um rætt verður atborið. Líkt er til, at Formula.fo hevur fingið fótin fastan uttanlands, men heimamarknaðurin er framvegis grundarlagið, leggur Fróði Magnussen eina við.
? Sjálvandi vilja vit royna at skapa útflutning, men tað verður gjørt við útgangsstøði í heimamarknaðinum, sum breyðføðir okkum og gevur okkum hugskot. Uttan eina sterka støðu á føroyska heimamarknaðinum, har kundarnir eru okkara ráðgevarar, so høvdu vit onki at útflyta. Hinvegin er okkara útflutningur við til at draga góð starvsfólk til okkara, sum so aftur styrkir okkara støðu í Føroyum, sigur Fróði Magnussen.
Tá ið Formula tosar um heimamarknað, so er talan ikki bara um Føroyar. Øll Norðurlond eru heimamarknaðurin. Føroyar eru sjálv rannsóknarstovan. Føroyingar seta høg krøv, og
hóast talan er um eitt lítið land, so hava Føroyar somu eyðkenni sum onnur framkomin lond.
Fróði Magnussen heldur, at tað er ein styrki í Føroyum, at tað er so stutt millum kunda og virki. Haraftrat er tað ein styrki, at føroyingar eru so smidlig arbeiðsmegi. Á Formula leggja tey stóran dent á at arbeiða tvørtur um deildir, og tí sær starvsfólkið allan sjónarringin. Hesi bæði tingini samanløgd gera, at støðið verður tikið í tørvinum hjá kundanum, og tí eigur føroyski brúkarin lut í útflutninginum hjá Formula.
Dømi um hetta eru forritini PatSec og TotalView, sum hava vunnið Formula heiður. Forritini eru ment beinleiðis til føroyska marknaðin. Ein tørvur verður staðfestur, og tann uppgávan verður loyst. Aftaná vísir tað seg, at vit í Føroyum ikki eru tey einastu, sum hava sama tørvin, men av tí, at Føroyar eru eitt lítið, avmarkað samfelag við eyðkennum hjá altjóða londum, so ber væl til at selja øðrum somu tænastu.
? Skjótleikin, smidleikin og nærleikin er okkara stóri fyrimunur, sigur Fróði Magnussen.