Heimahjálpin 30 ár á baki

Leygardagin 1. november 2003 vóru 30 ár liðin síðan Heimahjálparaskipanin varð stovnað.

Tað var 1. november 1973, at Heimahjálparaskipanin varð stovnað undir Ríkisumboðnum og sum Føroya Landsstýri yvirtók umsitingina av tann 1. apríl 1975.
Heimahjálparaskipanin tók sær yvirhøvur av øllum, sum húsmóðirin ikki hevði møguleika at gera.
Nógv er broytt hesi seinastu 30 árini, og arbeiðið hjá heimahjálpunum er eisini nógv broytt. Arbeiðið er vorðið meira fleirtáttað.
Í dag er heimahjálpin, sum partur av núverandi Heimarøktini, vorðin ein týdningarmikil táttur í samfelagnum.
Arbeiðið hjá Heimarøktini byggir í dag á meginregluna um hjálp til sjálvhjálp, sum merkir virðing fyri brúkaranum, og ein roynd at lata brúkaran verða sum longst í egnum heimi.
Landsstýrismaðurin Páll á Reynatúgvu frøðist um tað stóra og týdningarmikla arbeiðið, sum Heimarøktin stendur á odda fyri, og ynskir starvsfólkunum í Heimarøktini hjartaliga tillukku við degnum.
Heilsu- og heimasjúkrasystraskipanin hevði 20 ár á baki í januar 2003.
Fyri samanløgdu skipanina er sostatt talan um tveir merkisdagar í ár, og verður hátíðarhald hildið fyri báðar føðingardagarnir seinni, sigur Páll á Reynatúgvu at enda.