Støðugt fleiri danskir pensjonistar brúka tann møguleikan at fáa eina heimahjálp á vitjan, tá tey fara í summarhús. Í Vesturjyllandi eru nógv summarhús, og í kommununi Ringkøbing-Skjern hava tey lagt merki til, at fleiri pensjonistar, sum steðga eina ella tvær vikur, vilja hava heimahjálp hesa tíðina.
Í felagnum Ældre Sagen eru tey fegin um skipanina, og tey vóna, at uppaftur fleiri pensjonistar fara at brúka hana.
Tað er heimakommunan hjá pensjonistinum, sum rindar, men kommunan, har summarhúsið er, ger av, hvussu nógva hjálp viðkomandi skal fáa.