Enn stendur tað í hálvum gekki. Kupulhúsið á Velbastað. Og válar tú bara inn í húsini og hyggur rundanum teg, sær tað út sum eitt óruddiligt og óskipað byggipláss. Tí alt tekur sína tíð. Men tað ger onki heldur konan í húsinum, Hedvig W. Kapnas.
Men tá eg tosi við eigarafólkini, sum eisini eru byggiharrar, greiða tey mær frá ætlanum sínum. Og tú fær tú eitt ávíst innlit í tær stórslignu yvirskipaðu ætlanirnar við at byggja húsini so nógv øðrvísi, enn eini vanlig føroysk sethús.
Men hví velur mann at byggja eini hús sum hava skap sum ein stórur kupul?
- Jú, vit leitaðu eftir einum ecohúsum (vistfrøðiligum, red.), og vit hugdu so eftir fleiri ymiskum typum av húsum. Men har var einki, sum var innanfyri tað, sum ein vanlig familja megnar at gjalda. Men so fann Nikolaos hesa typuna av húsum úr Amerika, og hetta var bara akkurát tað, greiðir Hedwig frá.
Familjan Kapnas er burturav ein tónleikafamilja. Øll, uttan Hedwig, spæla eitthvørt ljóðføri, og tí skuldu húsini eisini verða innrættað við perfektum akustikki.
- Akustikkurin hevur alt at siga fyri okkum, staðfestir Nikolaos, sum sjálvur er útlærdur og undirvísir í bratsj.
Ein stórhvalur avgjørdi lagnuna
Hvørki Hedwig ella Nikolaos eru »ektaðir« føroyingar. Nikolaos hevur røtur sínar í Grikkalandi og Usbekistan og Hedwig er úr Finlandi, og tey møttust í Belgia. Men hvussu endar eitt slíkt par, við so ymiskum røtrum, við at bústeta seg á Velbastað?
- Jú sært tú. Einaferð Nikolaos var á Velbastað, sá hann ein stórhval her úti á fjørðinum, sigur Hedwig. So vóru tey seld og kannaðu sær eitt stykki á Velbastað.
- Og so er tað jú eisini henda fantastiska útsiktin, vísir Hedwig á.
Hava gott tol
Í skjótt trý ár hevur støðugt og javnt verið arbeitt á matrikulinum, har húsini standa. Dag og nátt, undantikið tá hann undirvísir, hevur Nikolaos sjálvur staðið og stríðst við at byggja húsini. Meginpartin ger hann sjálvur. Tó eru nøkur ting, sum krevja eina hjálpandi hond.
- Jú, tað eru vinir og onnur, sum hjálpa til. Vit hava fingið góða hjálp, sigur Hedwig.
Men, tað er ikki so vanlig, at eini hús standa so leingi í gerð her í landinu.
Spyrja fólk ofta til, hvussu tað gongur við húsunum?
- Ja, fólk hyggja ofta inn og eru forvitin eftir at vita, hvussu tað gongur. Men tey eru eisini øgiliga tolin her á Velbastað. Tey góðtaka, at tað tekur sína tíð, og at vit ongan skund hava at gera okkum liðug, sigur Hedwig.
Hedwig greiðir eisini frá, at hóast tað er strævið at vera mitt í byggiprosessini, so ætla tey ikki at skunda sær at fáa húsini liðug. Tí vilja tey heldur ikki tosa um nakra deadline, nær húsini skulu verða liðug.
- Men vit høvdu vónað at kunna flyta inn í kjallaran í summar, sigur Hedwig, meðan vit hoyra dunið úr erva frá hamaranum hjá Nikolaos.
Eini skeiv hús
Tá tú stendur niðri á vegnum, síggja hesi húsini øgiliga stór út. Fermetratalið tykist, við fyrsta eygnabrá, at verða heilt óhugnaligt. Men í roynd og veru er húsið ikki nógv størri í fermetrum, enn eini vanlig sethús.
Í kjallaranum á húsunum eru skilaveggirnir komnir upp og hurnarðar komnar í. Í sjálvari gongini sær hetta út sum ein heilt vanlig kjallaraíbúð, burtursæð frá, at hurnarðar eru rundar.
Men tá tú trínur inn í rúmini sært tú, at har er at kalla ikki ein beinur vinkul millum veggirnar, og er hetta eisini tilætlað.
Men skapar tað ikki nakrar trupulleikar við innrætting og slíkum?
- Nei, men er tað nakar, sum sigur at møblarnir skulu síggja júst so ella so út? Og so verða tað eisini innbygd skáp í hornunum, og í dag kanst tú eisini brúka alla ta teknologi, sum er til, og gera møblar øðrvísi, vísir Hedwig á.
Tá tú so kemur upp á, er enn opið upp undir loftið á kuplinum. Men úr loftinum hanga stálstengur, og er hetta byrjunarkonstruktiónin til eina hædd afturat, sum kemur at hanga undan loftinum á kuplinum. Talan er um eina trýkvarta hædd, so rúmið onkrastaðni verður opið úr miðhæddini og upp undir loftið. Tað er bæði fyri ljósið og serliga fyri akustikkin, sum vit áður nevndu.
Men tilsamans fevna hesi húsini, tá allar hæddirnar eru lidnar, um einar 230 fermetrar, ella sum eini vanliga stór sethús í Føroyum.
- Alt er púra almindeligt, staðfestir Hedwig, sum tó ikki vil avdúka, hvat eini slík hús kosta, men, at ein vanlig familja klárar at rinda tey.
Skálaðu við trøllunum
Enn standa húsini í gerð, og tað koma tey eisini at gera í eina tíð framyvir. Eini so serlig hús sum hesi, krevja eisini sína tíð.
Men sjálvt áðrenn farið varð undir byggingina, var nakað serligt við júst hesum stykkinum.
Hedwig og Nikolaos trúgva nevniliga, at stykkið er íbygt, tí tá tú stendur niðri á vegnum undir húsunum, liggja steinarnir í bønum soleiðis, at teir líkjast einum stórum andliti.
- Hetta er trøllið, sum býr her. Áðrenn vit fóru undir at byggja, drukku vit sjampanju við trøllinum, og bóðu um loyvi at sleppa at byggja á stykkinum, sigur Hedwig við einum smíli.
Tekstur: Rógvi Nybo
Myndir: Álvur Haraldsen










