Heimagjørdir sjokulátuhøsnarungar á páskum

Nógvir ymiskir sjokulátuhøsnarungar eru at fáa í handlunum upp undir páskir, men tað er als ikki so torført at gera sínar egnu. Her er uppskriftin til sjokulátuhøsnarungar, sum tað ber væl til at gera saman við børnunum.

 

Tilfar til 12 sjokulátuhøsnarungar:

 

1 pakka Marabou XL smákøkur

50 gramm Philadelphia rómaost

200 gramm ljósa Marabou sjokulátu

6 Mini-Muh sjokulátuplátur

4 puntar av hvítari sjokulátu

Smarties ella M&M´s

 

Eggini:

Knúsa Marabou XL smákøkurnar í einum blendara. Koyr rómaostin í knústu smákøkurnar og blenda eina løtu afturat. Evna deiggið til 12 lítil egg og set langar træpinnar í eggini.

 

Sjokulátuklæðing:

Smelta 200 gramm av ljósari Marabou sjokulátu. Dyppa eggini í smeltaðu sjokulátuna.

 

Eygu:

Smelta 4 puntar av hvítari sjokulátu. Ger 24 smáar rundingar burtur úr hvítu sjokulátuni og legg teir á bakipappír. Tá sjokulátan er stívnað, verður ein dropi av ljósu sjokulátuni latin á hvønn runding.

 

Set eyguni á eggini, og ger føtur og reyk við Smarties ella M&M’s. Sker puntar av Mini-Muh í tríkantar til veingir at seta á høsnarungan.