Skipað varð fyri stórfingnari móttøku á flogvøllinum í Keflavík, tá íslendska bjargingar- og hjálparliðið, sum hevur verið í Haiti, kom aftur til Íslands um midnáttarleitið í gjárkvøldið.
Íslendska bjargingar- og hjálparliðið fekk nógva umrøðu í altjóða fjølmiðlum, tí tað var tað fyrsta hjálparliðið, sum kom til Haiti aftan á tann ógvusliga jarðskjálvtan.
Ein av bjargingarmonnunum sigur við íslendska sjónvarpið, at jarðskjálvtin í Haiti er tann ringasta náttúruvanlukkan, sum hann hevur sæð, og at bjargingararbeiðið var sera trupult.