Heimaftur frá Irak krígnum

Tvær amerikanskar hernaðartyrlur, sum hava verið í Onglandi sum stuðul hjá amerikanskum herdeildum í samband við Irak kríggið, vóru hósmorgunin í Vágum á veg heimaftur

Hernaðarútgerð

Flogvøllurin:Tvær amerikanskar hernaðartyrlur, sum hava verið patur av tilbúgvingini í samband við Irak kríggið, millumlendu í Vágum á veg heimaftur, nú kríggið er av.
Hósmorgunin stóðu vær amerikanskar Sikorsky HH60 hernaðartyrlur á flogvøllinum í Vágum. Tyrlurnar eru á veg aftur til Keflavíkar í Íslandi, har tær hava fasta støð.
H.A. Hartnett, sum er flogskipari á aðrari tyrluni, greiðir frá, at teir hava verið í Onglandi i smaband við tilbúgving, nú kríggj hevur verið í Irak.
?Vit komu ongnantíð til Irak, greiðir hann frá, men vit hava verið partur av verju og tilbúgving á amerikanskum støðum í Onglandi, har vit hava samstarvað við ensku løgregluna, sigur hann.
Tyrlurnar hava dagliga støð í Keflavík í Íslandi, sigur H.A. Hartnett, og hagar eru teir nú á veg aftur.
?Eitt so spennandi stað sum Irak komu vit ongantíð til, sigur Hartnett, og nú er kríggið liðugt, so mett verður ikki, at neyðugt er við okkara verju í Onglandi meira. Tí hava vit nú fingið boð um at fara aftur til støðina í Íslandi, sigur hann.
Tyrlurnar millumlendu í Vágum á veg úr Onglandi til Íslands, tí tær klára ikki allan teinin í einum. Menninir hava hvílt seg á Hotel Vágum, og hósmorgunin varð so riggað til at halda leiðina fram. Tyrlurnar vórðu eftirhugdar og brennievni koyrt á, áðrenn flogið varð víðari til Keflavíkar.