Heimafriður skal verða ein mannarættur

Í gjár vóru liðin trý ár, liðin síðan felagið Heimafriður varð stovnað. Stovningardagurin er hin 10.  desember, sjálvan mannarættindadagin. Heimafriður vónar, at heimafriður skjótt verður ein mannarættur í Føroyum.

Mánakvøldið hin 10. desember í 2018 varð felagið Heimafriður stovnað. Fleiri enn 60 fólk ymsastaðni úr landinum høvdu leitað sær í Skótahúsið við Løkin í Runavík til stovnandi aðalfundin. 

 

Á fundinum bleiv soljóðandi endamálsorðing viðtikin:

 

”Endamál felagsins er at virka til frama fyri heimafriði og heilsubetri umhvørvi hjá íbúgvum í Føroyum. Ótolandi larmur, ristingar, roykur og ljós frá skipum ella øðrum havnavirksemi skal ikki sleppa at hava negativ árin á bústaðarøki framyvir.”

 

Nógv er broytt hesi trý árini, og tað hevur eydnast felagnum at fáa politikararnar at flyta seg og viðganga, at larmur frá skipum er ein trupulleiki, sum má takast í álvara. Enn er tó langt á mál, men allur bati bøtir. 

 

Heimafriður fer tó ikki at sláa seg til tols við, at kommunurnar framvegis hava møguleikan at stýra larmi sjálvar, men fer at arbeiða fyri, at tað verður hildið eftirlit við virkseminum hjá kommunum til frama heimafriðin hjá fólki.

 

Heimafriður fer at arbeiða miðvíst fyri, at treytir verða settar til virksemi, sum órógvar heimafriðin hjá fólki, og at rætturin til frið í egnum heimi verður virðismettur sum ein mannarættur í Føroyum.

 

Vinaliga

Felagið Heimafriður