Kunngerðin um at nú ber til at selja føroyskan mat, sjálvt um ein ikki hevur løggilt virkið hevur nú virkað í ein góðan mánaða.
Sjálvt um tað nú ber til at selja seyða- og neytakjøt umframt avroð, haru og fugl beinleinleiðis til enddabrúkaran, so skulu ávísar treytir uppfyllast.
Millum annað skal framleiðarin vera skrásettur í skrá hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovnu. Maturin kann ikki seljast vð øðrum góðkendum vørum og tað skal standa greitt merkt, at vøran ikki er góðkend av nøkrum myndugleika.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlit við framleiðsluni og kann steðga framleiðara, um viðkomandi ikki aktar boðini frá Starvsstovuni.