Línuskip, partrolarar og lemmatrolarar høvdu eitt samlað hall í fjør á einar 45 miljónir krónur. Enn einaferð vísir ein roknskapargreining hjá grannskoðarafelagnum NOTA, at føroyski heimaflotin er í tungum sjógvi.
Samanlagt høvdu línuskipini eitt hall í 2009 á 8,5 miljónir krónur, meðan hallið hjá partrolaraflotanum var tríggjar ferðir so stórt ? ella umleið 27 miljónir krónur tilsamans.
Heldur ikki hjá lemmatrolarunum eru samanløgdu tølini nakað at reypa av. Seinastu árini hava øll givið hall, og í fjør var samanlagda hallið hjá hesum skipum meiri enn 10 miljónir krónur.
Leggja vit tølini hjá hesum trimum skipabólkunum, sum fiska undir Føroyum, saman, høvdu línuskip, partrolarar og lemmatrolarar eitt samlað hall í fjør á meiri enn 45 miljónir krónur.
Tølini hjá grannskoðarafelagnum NOTA skulu lesast sum tað, tey eru, men eingin ivi er um, at tey geva eina rættiliga góða heildarmynd av gongdini og støðuni hjá heimaflotanum.
Tá raksturin gevur hall fleiri fylgjandi ár á rað, veksur skuldin, og hetta sæst eisini í tølunum hjá NOTA.
At hesir tríggir skipabólkarnir ? hvør í sínum lagi ? geva hall, merkir tó ikki, at einstøk skip ikki klára seg betri enn onnur, tó at gongdin ikki er nøktandi.