Tað skal verða loyvt hjá føroyingum at bryggja øl heima. Tað heldur Sonja Jógvansdóttir, uttanflokstinglimur.
Í hesum døgum viðger Løgtingið eitt uppskot um at broyta rúsdrekkalógina, so at góðkend virki sleppa at innflyta reint spritt, ella Finspritt, at gera brennivín burtur úr. Endamálið við tí er slóða fyri at ein føroysk brennivínsframleiðsla kann taka seg upp.
Men Sonja Jógvansdóttir heldur, at vit eiga at taka eitt stig afturat og at gera rúsdrekkalógina enn linari. Hon heldur nevniliga at tað skal verða loyvt hjá vanliga føroyinginum at bryggja øl heima.
Tað er ikki so nógv ár síðani at tað bar til at keypa alt tilfar og alla útgerð í Føroyum til at bryggja við - tað var bara ólógligt at brúka tað.
Men nú heldur løgtingskvinnan, at tíðin er komin at gera rúsdrekkalógina frælsari, so at tað verður loyvt at bryggja øl heima.
Hon sigur, at tað eru nøkur fólk, ið kundu hugsa sær at gjørt ymsar royndir við at bryggja øl, men tað kunnu tey bara ikki, tí tað er ólógligt.
Í Danmark er tað lógligt, og tað eru ikki so fá dømi um, at fyrstu stigini til tað, sum í dag eru vælkend sløg av øli, vórðu tikin heima í køkini, ella í kjallaranum.
Kenda ølið Mikkeller, sum í næstum eisini letur ølbarr upp í Havn, er eitt dømi um tað og nú verður tað selt í yvir 40 londum.
Sonja Jógvansdóttir vísir á, at í dag er tað ein hópur av smáum bryggjaríum, sum stinga seg upp allastaðni og vit innflyta eisini øl til Føroyar frá slíkum bryggjaríum.
– Sermerkt sløg av øli frá smáum bryggjaríum, tað, ið ofta verður kallað mikrobryggjarí, er vorðin ein mentan fyri seg, og summi av teimum eru vorðin heilt kend, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Og hon heldur, at tað kundi verið spennandi at ment eina vitan um ølbrygging í Føroyum, og at ment hetta handverkið í Føroyum, so at vit eisini kundu gjørt okkum galdandi á hesum øki, kanska við sermerktum, føroyskum øli.