Heimabankin vánalig skoðsmál

Nýggi heimabankin, sum føroysku peningastovnarnir hava, fær stak vánalig skoðsmál.

Norðlýsið veit í dag at siga, at vinnufyritøkur hava stórar trupuleikar av hesi nýggju norðurlendsku heimabankaskipanini hjá føroysku peningastovnunum

Norðlýsið ringdi runt og spurdi smærri og størri vinnuvirkir, hvussu tey vóru nøgd við nýggja heimabankan, og kundi skjótt staðfesta, at stemningurin millum vinnubrúkarar er stak vánaligur.

Ymiskt var hvørjar trupuleikar virkini hava, men høvuðsstrupuleikin í løtuni er at fíggjarstjórar og bókhaldarar síggja ikki hvør tað er, sum betalir rokningar gjøgnum heimabankan.

-Fyrr var altíð viðmerkt, hvørjum flytingin kom frá ? hóast brúkarin ikki altíð viðmerkti fakturan. Men nú er heilt galið, tí vit síggja ikki hvørjum flytingin kemur frá uttan so at viðkomandi hevur skrivað tað sum viðmerking í sjalva flytingina. Vit noyðast tí at fara inn í hvørt einstakt skjal og manuelt finna út av hvør tað er sum hevur goldið ? og í nógvum førum mugu vit ringja til bankan at spyrja ? men har er sera trupult at koma ígjøgnum, sigur ein fyritøka við Norðlýsið.

Ein onnur stór føroysk fyritøka í høvuðsstaðnum greiddi frá, at síðan nýggi heimabankin var farin at virkað hava tey ikki havt atgongd til allar kontoir.

-Vit hava fleiri ferðir ringt til peningastovnarnar, men enn hava vit ikki atgongd til allar bankarnar. Vit handlað nógv við útlendskum valuta og har er heilt galið. Tað ganga heilt upp í sjey dagar til flytingar í fremmandum valuta koma vegin fram.

-Fyrr kundi tú tosað við kundan meðan hann flutti pening gjøgnum heimabankan ? men nú ganga fleiri tímar og í onkrum føri ein dagur til flytingin kemur ígjøgnum.

Virkini, sum Norðlýsið hevur tosað við, høvdu nógv eyka arbeiði av broytta heimabankanum, men øll vónaðu at talan var um barnasjúkur.

Men higartil fær nýggi heimabankin sera vánalig skotsmál.