Heim til 60 ára fongsul

Manuel Noriega, fyrrverandi einaræðisharri í Panama, er komin heimaftur eftir at hava sitið meiri enn 20 ár í amerikonskum og fronskum fongslum fyri rúsevnahandil.

Men í heimlandinum reyk hann beinleiðis aftur í fongsul, tí har er hann dømdur 60 ár handan rimarnar fyri at hava burturflutt og gjørt av við tríggjar politiskar mótstøðumenn í 1980-árunum.

Manuel Noriega, sum er 77 ára gamal, varð fluttur úr USA til Fraklands í fjør, tí hann hevði fingið sjey ára fongsul har fyri rúsevnahandil. Men so bað Panama um at fáa hann útflýggjaðan, og hesum eftirlíkaði franska dómsvaldið.

Fleiri í Panama vóna, at fyrrverandi einaræðisharrin kann greiða gátuna um meiri enn 100 fólk, sum hvurvu ella vórðu fyribeind tey árini, hann sat við valdið.