Klaksvík:
Dagin fyri nýggjársaftan kom Rakul Juul Ketels til Klaksvíkar at vitja mammu sína og restina av familjuni. Hon hevur javnan verið heima og vitjað hesi 41 árini, hon hevur búð í USA. Serliga seinastu fimm árini. Men hendan ferðin heim hevur verið tann tyngsta, tí Rakul visti, at hon kom heim at siga mammuni, sum var 91 ára gomul, farvæl. Hon fekk tó næstan tvær vikur saman við mammuni, áðrenn hon doyði, og tað er hon sera glað fyri.
Tá Rakul fekk boðini um, at mamma hennara ikki livdi so væl longur, gjørdi hon beinanvegin av at koma heim.
? Hetta var øgiliga svárt, men eg eri so glað fyri, at eg hevði møguleika til at koma heim og vera hjá henni. Tað eru tað so mong, sum búgva uttanlanda, ið ikki fáa, sigur Rakul.
Mamma hennara, Kalla Samuelsen, lá á Norðoya Røktarheimi seinastu tveir mánaðirnar, men hon hevði tað gott og var púra klár. Rakul sat hjá mammu sínari ta seinastu náttina, og hendan løtan stendur eftir sum nakað heilt serligt fyri Rakul, sum hevur búð so langt frá mammu síni í so mong ár.
Hon dugir illa at ímynda sær, hvussu tómt tað hevði verið at komið heim aftur eina aðru ferð, um hon ikki var við til jarðarferðina.
? Eg eri serliga glað fyri, at vit fingu prátað eitt sindur saman, áðrenn hon bleiv heilt vánalig, sigur Rakul, sum eisini undrast yvir, hvussu heppin tey vóru við veðrinum, tá Kalla fór til gravar tann 15. januar.
? Veðrið hevur verið so illfýsið, síðani eg kom heim, men júst tann dagin var púra stilli og pent veður, sigur Rakul glað.
Familjan er í USA
Nú Kalla ikki livir longur, býr bara ein systur hjá Rakul eftir í barndómsheiminum á Vágsheygnum. Hini fýra systkini búgva ávíkavist í Havn og í Danmark. Rakul hevur altíð búð í barndómsheiminum, tá hon hevur verið heima og vitjað.
Rakul bleiv einkja í 2000, men hóast tað hevur hon ikki umhugsað at flyta heimaftur á klettarnar at búgva.
? Nú er mín familja har, sigur Rakul, sum eigur tveir synir og trý ommubørn í lítla býnum Damascus, sum liggur beint uttan fyri Portland, Oregon.
Tað yngsta ommubarnið, sum er ein genta, sá dagsins ljós dagin eftir, at Kalla var farin. So tað var gleði hjá Rakul mitt í allari sorgini yvir missin av mammuni.
? Soleiðis er lívið bara. Mamma fór tann 10. og ommudóttirin varð fødd tann 11, sigur Rakul rørd á málinum.
Síðani heldur hon fram, at hon gleðir seg at koma heim at síggja ommudótrina.
Marknaðarføra Føroyar
Rakul hevur altíð trivist væl, har hon hevur búð. Hon viðgongur tó, at henni longdist illa heim tey fyrstu árini. Serliga tá onkur serligur dagur var á skránni, har øll familjan var savnað. Men so við og við kom hon at kenna fleiri og fleiri fólk.
Tað búgva nógvir skandinavar í økinum, har hon býr, og tað er so heppið, at tríggjar systrar úr Klaksvík eisini búgva í Portlandi. Tær sær Rakul nógv til, og tær hava nógvar hugnaligar løtur saman.
Eitt nú plaga tær at hjálpa til við at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland í statinum Oregon. Rakul greiðir frá, at har plagar eitt tiltak at vera, sum eitur SCANFARE. Tað er eitt tiltak, sum varir í tveir dagar, har ljós verður varpað á tey skandinavisku londini. Hon og tvær aðrar hava verið sera aktivar í hesum seinastu árini.
? Fyrstu ferð vit vóru við, høvdu vit onki flagg, tí tey, sum skipaðu fyri tiltakinum, sóu Føroyar sum ein part av Danmark, men vit fingu skjótt útvegað okkum eitt flagg, so nú veittrar tað eisini saman við hinum til SCANFARE, greiðir Rakul ikki sørt errin frá.
Tær tríggjar vóru eisini í føroyska búnanum til hetta tiltakið, og hann vakti sum vanligt stóran ans millum øll tey vitjandi.
Eitt systkinabarn hjá Rakul seymaði henni ein stakk, og so vóru hinar báðar í føroyska búnanum.
? Vit fáa faldarar sendandi frá Kunningarstovuni í Havn, og áhugin fyri Føroyum er stórur í Oregon. Faldararnir eru í øllum førum skjótt burtur.
Annars heldur hon ikki, at amerikanarar ella fólk har um leiðir, sum hon býr, vita nakað serligt um Føroyar, og tí heldur hon, at tað er stuttligt at kunna vera við til at kasta ljós á hennara fyrrverandi heimland so langt burturi sum í Oregon, USA.
Ofta flutt
Tann 8. januar 1964 flutti Rakul saman við manninum til USA at búgva. Hon møtti honum, tá hann arbeiddi í Mjørkadali. Tá sigldi Rakul við Tjaldrinum sum kahútsjomfrú. Árið eftir, at tey hittust, skuldi hann til Íslands at arbeiða. Hon fór við, og tey giftust eisini har. Seinni varð maðurin fluttur til Hawaii at arbeiða, og har kom tann eldri sonurin til verðina.
Maðurin hjá Rakul var ikki í herinum, men hann arbeiddi fyri eina stóra telefonfyritøku, sum sendi fólk út at arbeiða alla møguliga staðni í heiminum. Tí fluttu tey so nógv runt.
Eftir Hawaii gekk leiðin til USA. Har hava tey búð bæði í Oregon og California.
Rakul greiðir frá, at veðurlagið í Oregon hesa ársins tíð ikki er ólíkt veðrinum í Føroyum. Og tað regnar eisini øgiliga illa har, so man kann siga, at Rakul í 1964 flutti frá einum regnstaði til eitt annað.
? Kavin kemur, og so liggur hann bara í ein ella tveir dagar, so er hann burtur aftur. Júst sum her, sigur hon og hyggur út gjøgnum vindeygað. Uttan fyri dala tjúkkar kavaflykrur niður, og tað kennist heitt og fjálgt at sita í stovuni í barndómsheiminum hjá Rakul.
Hon og familjan búðu eisini eitt skifti í California.
? Tá longdist mær eftir regninum, sigur Rakul flennandi.
Henni dámar sera væl at baka, brodera og at gera ymiskt annað handaligt, men tað ber ikki so væl til í tí nógva hitanum í California, so tí longdist henni aftur til regnið og kuldan, sigur hon.
Gravast út
Rakul hevur ikki flutt so nógv tey seinastu árini, men hon er júst flutt úr teimum gomlu húsunum, sum hon og maðurin búðu í, til eitt heldur minni hús. Tað bleiv ov nógv hjá henni at passa, sigur hon, og nú fegnast hon um, at hon kann búgva har, hon altíð hevur viljað búð.
? Eg búgvi nógv nærri við hjá synunum og teirra familjum nú, og tað havi eg altíð ynskt mær, so nú mugu tey grava meg út úr húsinum, tí eg flyti ikki aftur, so longi eg livi, sigur Rakul flennandi.
Hon fór av aftur landinum mikudagin, men visti ikki, nær hon vendir nøsina aftur móti Føroyum. Flogferðin úr Keypmannahavn til Seattle tekur tíggju tímar, men orsakað av tíðarmuninum, so er Rakul kortini heima sama dag, sum hon fór úr Føroyum.