Hósdagin hin 5. november letur nýggj sálarfrøðilig viðtalustova upp á Tvøroyri. Viðtalustovan verður í ovaru hæddini í gomlu læknamiðstøðini í Sjógøtu 23, og tað verður her, at sálarfrøðingurin, Linda Jepsen, fer at halda til.
- Linda er 32 ára gomul og er upprunaliga úr Froðba. Sum hálvtannað ára gomul flutti hon saman við familju síni til Danmarkar. Hóast unga aldurin, tá hon flutti av landinum, so hevur hon varðveitt sambandið til heimbygdina og hevur ferðast heim til Froðbiar so at siga hvørt summar.
Við heimasíðuna hjá Tvøroyrar kommunu sigur Linda Jepsen, at hennara uppruni altíð hevur fylt nógv, og hon hevur altíð elskað at leita heim aftur á klettarnar.
Linda varð liðugt útbúgvin sum sálarfrøðingur í Aalborg í 2015. Seinastu fimm árini hevur hon uppbygt sær royndir, bæði innan privata- og almenna arbeiðsmarknaðin.
Spurd, hví hon nú hevur valt at flyta heim til Føroyar, sigur hon, at bæði hon og maðurin, ið er av Argjum, høvdu eitt ynski um, at børn teirra skuldu sleppa at uppliva at búgva í Føroyum.
- Í Føroyum sleppur tú veruliga at vera barn, og tryggleikin og náttúran í Føroyum eru einastandandi, heldur hon fyri.
Sambært heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu, hevur Linda Jepsen eisini tosað við fakfólk í nærumhvørvinum, eitt nú læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, og hon er avgjørd um, at tørvur er á sálarfrøðingi í oynni.
- Linda Jepsen fer at hava opið hósdagar og fríggjadagar á Tvøroyri. Hinar dagarnar verður hon á viðtalustovu síni í Tórshavn, sum hon eisini fer at lata upp í næstum. Í løtuni er Linda Jepsen í barnsburðarfarloyvi, men longu komandi mánadag fer hon at hava sína fyrstu samrøðu sum sálarfrøðingur í Føroyum, vita tey í Tvøroyrar kommunu at siga.
Meira um virksemið hjá Lindu Jepsen kann lesast á heimasíðuni - www.tvk.fo