Heilt nógvir bilar stóðu fastir

Eina løtu mátti vegurin steingjast í báðum endum

Soleiðis sá út við Gøtueiði í morgun. Myndin er av Facebook

Tað eru aftur ring koyrilíkindi í morgun fleiri staðni, tí tað er nakað av vindi og tað rýkur rættiliga illa nógvstaðni. Serliga ringt hevur tað verið á Gøtueiði, tí har hava fleiri bilar staðið fastir í morgum. Árni Jacobsen, økisleiðari fyri Norðurøkið hjá Landsverki, sigur, at hetta var um tað tíðina í morgun tá ið fólk skuldu til arbeiðis, so tað var rættiliga skjótt, at heilt nógvir bilar stóðu fastir.

 

Har var eisini rættiliga hált og fyri at kunna salta, fekk Landsverk sløkkiliðini í báðum endum at steingja vegin. Bilarnir, sum stóðu fastir, vórðu so fingnir av vegnum og so varð saltað.

 

Hann sigur, at vegurin er akkurát opin aftur. Men hann leggur afturat, at líkindini eru vánalig fleiri staðni, so bilførarar eiga at ansa væl eftir.

 

##med2##

 

Soleiðis sá út við Gøtueiði í morgun. Myndin er av Facebook

Myndin er av Facebook