Hergeir Nielsen, løgtingsformaur, vísir á, at tað kann vera eitt og annað í persónligu viðurskiftunum, sum einstakir politikarar ikki brýggja seg um kemur fram alment – og tá tað soleiðis verður latið upp til hvønn einstakan politikara, so kann veljararin meta sjálvur, um ein politikari vil fjala nøkur viðurskifti ella ikki.
Hergeir Nielsen vil fara víðari við gjøgnumskygninum til eisini at fata um valstríðið.
- Eg haldi, at tað skal verða veljarunum púra greitt, hvørjir fíggjarligir stuðlar eru hjá valevnum í valstríðnum, sigur hann og sipar til tað kjakið, sum var í valstríðnum seinast.
Hergeir Nielsen sigur, at tað skal vera púra greitt, hvørji fíggjarlig áhugamál bera fólk á ting.
- Vit vita, at gomlu valdømini í fleiri førum taka seg saman kring avís valevni, men tað er eisini sera týdnignarmikið, at vit veljarin veit, hvørji fíggjarlig áhugamál bakka upp kring ymsu valevnini, sigur Hergeir Nielsen, løgtingsformaður.
Tingformaðurin skilir væl, at Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, nú stígur fram og almannakunnger síni viðurskifti.
- Hatta er heilt nátúrligt, at hann ger hatta júst nú – og tað er eisini sera gott, um hatta verður tað, sum fær aðrar politikarar at gera tað sama, sigur Hergeir Nielsen, sum kortini leggur dent á, at hetta skal vera upp til hvønn einstakan – og ikki vera eitt krav frá tinginum ella at lógevast skal um tað – tí tað verður kortini upp til veljaran at gera av, um onkrir politikarar ikki vilja leggja síni kort á borðið, heldur løgtingsformaðurin.










