Meðan kavin liggur tjúkkur norðanfyri, er tað mest sum tátt á vegnum á Streymoyarlandinum í Sundalagnum Í norðara partinum av landinum hava koyrilíkindini verið vánalig í morgun. Nógvur kavi er niðurkomin í Norðoyggjum og í Eysturoy. Tað er ikki koyrandi um Eiðisskarð, og til Gjáar hava líkindini verið heilt vánalig. Nú verður grivið, og ferðslan gongur sína gongd, hóast tað má roknast við seinkingum.
Á brúnni um Streymin er so at siga tátt, og frá brúnni og suður eftir Streymoynni eru koyrilíkindini góð, tá ið sammett verður við, hvussu tey eru hinumegin brúnna.
Klokkan seks í morgun segði Landsverk soleiðis um koyrilíkindini:
hált er í Norðoyggjum, í Eysturoynni, á Vestmannavegnum, á Skælingsvegnum, á Oyggjarvegnum, á Kirkjubøarvegnum, á Oyrargjárvegnum, í Sandoynni, á Hvalbiarvegnum, á Fámjinsvegnum, á Porkerisvegnum, - og annars í støðum, í Suðuroynni, í Streymoynni, og í Vágum. Koyrandi er ikki um Eiðisskarð, og vánalig líkindi eru á Gjáarvegnum, men har verður grivið.