Týsdagin 15. februar varð fyri fyrstu ferð hildin ein ráðstevna um elbilar í Føroyum. Tað var Elfelagið SEV, sum saman við Jarðfeingi skipaði fyri elbiladegnum í Norðurlandahúsinum. Elbiladagurin er liður í eini norðurlendskari verkætlan, sum er stuðlað av NORA (Norrønt Atlantssamstarv) og umfatar Grønland, Ísland og Føroyar.
Eftir at Hákun Djurhuus, forstjóri í SEV, hevði boðið øllum at vera vælkomin vórðu framløgur hjá teimum ymisku fundarluttakarunum úr Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi. Øll hesi søgdu frá sínum royndum og framtíðarætlanum við elbilum.
Jákup Sørensen, kunningar- og projektsamskipari hjá NORA, segði frá um teirra stuðul til elbilar, og tekniski stjórin hjá SEV, Finn Jakobsen, fortaldi um bakgrund og visiónir fyri elbiladagin. Jacob Munch Jensen, menningarverkfrøðingur hjá DONG Energy segði frá um teirra strategi fyri løðing av elbilum og Jan A. Petersen, sølustjóri hjá Vikingegaarden A/S, tosaði um intelligentar løðistøðir til elbilar.
Dánjal Jógvan Hansson, deildsarleiðari hjá SEV, tosaði m.a.um teirra fatan og royndir við elbilum í Føroyum sum t.d. um streymnýtsluna í mun til bensin- og dieselbilar, og Jens H. Nielsen, menningarkonsulentur hjá Nukissorfiit, segði frá teirra royndum við El-Mobility í Grønlandi, har eitt heilt annað verðurlag er enn her hjá okkum.
Guðrún Lilja Kristinsdóttir, projektassisentur, og Jón Bjørn Skúlason, stjóri hjá Icelandic New Energy, søgdu m.a. frá teirra royndum við El-Mobility í Íslandi og royndarkoyring av vetnisakførum í Íslandi, og Terji Nielsen, projektleiðari hjá SEV og limur í elbilabólkinum, tosaði m.a. um elbilar í føroysku elskipanini.
Stjórin í ChoosEV A/S, Henrik Isaksen, fortaldi um teirra egna konsept við elbilum, og at hann væntar at elbilar av álvara koma á marknaðin í 2013. Seinasta framløgan var tann hjá Esben Pedersen, sølu og marknaðarstjóra hjá Tesla Europe, sum fortaldi um Teslas Motors og teirra strategi. Aftaná framløgurnar var høvi hjá fólki at seta spurningar og kjakast um evnið.
Umframt elbilarnar Peugoet Partner Van Electric og Mitsubishi iMiEV var høvi at royndarkoyra Tesla Roadster og Toyota hybridbilarnar Auris HSD og Prius. Umleið 120 fólk vóru til elbiladagin í Norðurlandahúsinum