Heilt annað lív í Mongolia

Trúboðarafamiljan Silas og Julianna Olofson búgva saman við børnum teirra Silju, Carinu og Set í Mongolia. Í løtuni eru tey heima í Føroyum í jólaferiu

Tey hava áður í fleiri ár búð í Turkalandi, har tey vóru virkin í missión. Men har vóru tey rikin út, og Silas var eisini handan rimarnar.

Eftir eina tíð í Føroyum fóru tey út til Mongolia í Asia. Tey hava nú búð har í hálvtannað ár, og eru í gongd við at læra mongolskt og kasakkiskt.

– Vit hava eitt hjarta at arbeiða millum muslimar, og vit hava eisini royndir frá tí. Hetta arbeiðið var ikki heilt ólíkt, og tí valdu vit at fara hagar, sigur Silas Olofson.

Mongolia er eitt stór land. Tað búgva umleið 30.000 fólk í býnum Khovd, har tey búgva. Tey siga, at tað er bygdarligt, millum annað eru kýr á vegnum.

Tað er stórur munur á vetri og sumri. Um veturin kunnu tað vera 40 kuldastig, og um summarið kunnu tað koma heilt upp í 50 hitastig.

Ein av stóru áhuganum hjá Silasi eru fuglar, og tað hevur hann eisini ríkt høvi at hyggja eftir.

Trúboðin hevur prátað við Silas og Juliannu Olofson. Hoyr prátið her.