Heilsuverkið: Øll størv verða lýst leys

Tað hendir seg, at avloysarastørv verða sett, meðan vit til dømis bíða eftir, at eitt starv verður sett. Men meginreglan er, at øll størv verða lýst leys

Tað hendir seg, at avloysarastørv verða sett, meðan vit til dømis bíða eftir, at eitt starv verður sett. Men meginreglan er, at øll størv verða lýst leys.

 

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, eftir at Óluvá í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, í gjár gjørdi vart við, at tað er ein óvani bæði í Heilsuverkinum og í Almannaverkinum, at man brúkar alt ov nógv tímalønt starvsfólk.

 

Les eisini: Rulla reyðan løbara út, gev teimum fast starv

 

Karsten Hansen sigur, at hann kann bara svara fyri Heilsuverkið, og har verða størv lýst leyst, so hvørt fólk fara úr starvi. Tímalønt verða sett í avloysarastørv, eitt nú sum summarferiuavloysarar, sigur hann.

 

Hoyrið samrøðu við Karsten Hansen við at trýsta á pílin undir myndini