Ein nýggj bylgja av koronuvirus hevur av álvara lagt trýst á heilsuverkið í Wales, sum er partur av Bretlandi.
Tí fer Wales at seta nýggj, strong koronutkiltøk í verk. Tað merkir millu annað, at øll, sum ikki gera alneyðugt arbeiði, skulu sendast til hús.
Tað sigur fyrstiráðharriní Wales, Mark Drakeford, í dag.
– Vit verða noydd at gera nakað skjótt og víðgongd fyri at fáa ta ávirkan, sum vit hava brúk fyri. Øll í Wales skulu vera heima, sigur hann.
– Um vit ikki gera nakað nú, so fer gongdin at halda fram við stórari smittu. Intensivu deildirnar eru longu á tremur, sigur hann.
Nýggju koronureglurnar koma í gildi fríggjadagin 23. oktober og fara sum útgangspunkt at vara í tvær vikur fram til 9. november.
Tað hevur við sær, at øll, sum ikki hava alneyðugt arbeiði, sum hevur týdning fyri samfelagið, skulu arbeiða heimanífrá.
Harumframt skulu eitt nú handlar, kaféir, matstovur, barrir og hárfríðkanarstovu lata aftur. Tað sama er galdandi fyri trúarsamkomur.
Stongsulin merkir eisini, at tað ikki ber til at vitja fólk úr øðrum húskum ella at hittast hvørki innandura ella uttandura.
Talið av smittutilburðum í Wales er hækka nógv seianstu tíðina. Tilsamans er 1771 fólk deyð við koronuvirus í Wales.
/ritzau/Reuters










