Trivnaðarráð
Hvussu tryggjað vit, at føroyingar fáa tí bestu tænastuna frá almanna- og heilsuverkinum, og hvussu skal hetta stóra økið skipast í framtíðini? Hetta skal nýggja Trivnaðar- og heilsuráðið finna útav við at leggja alt almanna- og heilsuverkið undir sjóneykuna.
Landsstýriskonan í almanna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, hevur lagt uppskot fyri løgtingið um nýggja Trivnaðar- og heilsuráðið. Løgtingið samtykti í vár, at eitt tílíkt ráð eigur at verða sett at hyggja at føroyska almanna- og heilsuverkinum, og sambært uppskotinum hjá Helenu Dam á Neystabø fær ráðið umleið eitt ár at gera eina gjølliga frágreiðing um alt almanna- og heilsuverkið.
Ráðið skal útgreina og gera uppskot um eina langtíðarætlan fyri at tryggja, at støðið í almanna- og heilsuverkinum er á einum høgum og nøktandi støðu.
Umfatandi arbeiði
Talan er um sera rúgvismikið útgreiningararbeiði, og arbeiðið hjá ráðnum skal skipast í smærri bólkar. Hvør bólkur skal taka sær av einum ávísum øki. Tað kann til dømis verða at hyggja at umstøðunum hjá brekaðum, teimum gomlu í samfelagnum, børnum og ungdómum og menningartarnaðum.
Ráðið skal so taka samanum og gera eina frágreiðing til í seinasta lagi 31. desember næsta ár um, hvussu almanna- og heilsuøkið skal skipast.
Trivnaðar- og heilsuráðið skal samstarva við Almanna- og heilsumálastýrið og feløg og áhugabólkar á teimum ymsu økjunum ? Eldraráðið, Ráðið fyri brekað, Sjúkrahúsráðini og onnur.
Fimm limir skulu veljast í ráðið. Ein limur skal umboða heilsuøkið, tríggir almannaøkið, og fimti limurin skal hava serligt innlit í almanna- og heilsuviðurskifti.










