Heilsuverkið fær sína eykajáttan

- Samgongan hevur staðfest, at málið kann ikki loysast øðrvísi, staðfestir ein fegin Hans Pauli Strøm, sum hevur fingið grønt ljós frá samgonguni til eykajáttan á 30,6 mió - Eftir samgongufundin í gjárkvøldi havi eg fingið vissu fyri, at so at siga sama umbøn, sum fór úr Almanna- og Heilsumálaráðnum í Fíggjarmálaráðið, verður løgd fyri løgtingið eftir ólavsøku, sigur Hans Pauli Strøm.

Landsstýrismaðurin hevur kravt at fáa 30,6 milliónir krónur í eykajáttan til heilsuverkið. Umbønin varð fyrr í mánaðinum send Karsteni Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum.

Øll trý sjúkrahúsini hava tó longu fingið boð um at spara í rakstrinum. Sambært tilmælinum hjá Hans Paula Strøm skal Suðuroyar Sjúkrahús spara 300.000 krónur og fær eina eykajáttan á 1 millión. Klaksvíkar Sjúkrahús skal spara 400.000 krónur og fær eina eykajáttan á 1,6 milliónir. Og Landssjúkrahúsið í Havn skal spara tvær milliónir krónur og fær eina eykajáttan á 28 milliónir.