Heilsutrygdin ein skattalætti?

Tórbjørn Jacobsen
__________




”Fólkaflokkurin hevur ta áskoðan, at táið hetta gjaldið fellur burtur, so skal tað virka sum ein skattalætti fyri øll tey, sum hava goldið hetta inn, og tá fara tey, sum hava lægst inntøku, at fáa tann størsta skattalættan, og tí meina vit, at hesar 104 milliónirnar skulu ikki takast inn sum ein meirskattur, men tær skulu finnast í reellum sparingum…”

Tað er ikki hvør sum helst, ið hevur útbasúnerað hesi orðini. Undir aðru viðgerðini um nýggju heilsutrygdina, staðfesti formaðurin í trivnaðarnevnd løgtingsins, Jákup Mikkelsen, at ongin ætlan, og tíansheldur nøkur semja, er gjørd í samgonguni um, hvussu nýggja heilsutrygdin skal fíggjast eftir 31. desember 2011 – um tvey ár.

Hesi greiðu boðini, frá parlamentariska oddvitanum í almanna- og heilsumálum, standa í grellari andsøgn til mangt av tí, sum sagt og skrivað er, um umskiftið frá gomlu sjúkrakassaskipanini til hina nógv umrøddu almennu heilsutrygdina, ið sigst vera farin til verka, nú ársskiftið smoygdi sær framvið okkum.

Táið hin legendariska CHE-samgongan legði til brots, fyri sløkum tveimum árum síðani, var niðurfelt í samgonguskjalið, at: ”Sjúkrakassagjaldið verður lagt inn í skattin. Sergjaldsskipan um sjúkrakassagjald verður gjørd fyri tey, sum hava skattafríar nettoinntøkur.” Hendan ásetingin ger greitt, at ætlanin frá fyrsta degi var, at gamla proportionala nevgjaldið (sama gjald fyri hvørt nevið), sjúkrakassagjaldið, skuldi konverterast inn í progressiva skattastigan, og at skatturin skuldi hækkast samsvarandi, fyri at fíggja alla flytingina og ábøturnar, frá meiri ella minni privatu sjúkrakassunum til landskassan.

Nú er nýggja heilsutrygdin samtykt á tingi, eisini við okkara atkvøðum, men vit royndu til tað síðsta, at tryggja skipanini eina fígging í framtíðini, við at seta uppskot fram um, at hon longu frá nýggjárinum kom undir almennu landsskattaskipanina. Hetta eydnaðist ikki, og nú hongur skipanin í leysum lofti, um Fólkaflokkurin fær makt sum hann hevur akt, í hvussu er í síni latentu realpolitiskt psykologisku yvirvág mótvegis Javnaðarflokkinum.

Áður sótu føroyingar alspentir og bíðaðu eftir nýársrøðu løgmans, men makan til tóma røðu, sum hesa feskastu, hevur ongin løgmaður higartil megnað at flutt fram, síðani danska heimastýrislógin varð smoygd niður um høvd, herðar, lendar og øklar okkara. Løgmaður, sum livir í sínum egna veruleikafjara Leolandi, mælir m.a. fyri munni: ”Í morgin skriva vit ein nýggjan kapitul í heilsusøgu Føroya, tá nýggj skipan við almennari heilsutrygd kemur í gildi. Skipanin er samhaldsføst og ger umsitingina smidligari og bíligari. Ein meginregla er, at tey, sum hava størsta tørvin á heilivági, fáa mest í stuðli.”

Tað er rætt, at ávísir veikir bólkar fáa ein bata í útgjaldinum, fáa eitt størri útgjald, men at rópa skipanina fyri eina samhaldsfasta skipan er eitt stórt bluffnummar. Næstu tvey árini heldur proportionala inngjaldingin, nevskatturin, fram á sama hátt sum í gomlu skipanini. Eftir tað veit ongin hvussu leikur fer. Sambært absolutta parlamentariska oddvitanum í almanna- og heilsumálum, fólkafloksmanninum Jákupi Mikkelsen, stendur og fellur fíggingin til nýggju heilsutrygdina eftir 31. desember 2011 – um sløk tvey ár – við hvussu vøddamikil táverandi heilsumálaráðharrin er, táið raðfestast skal í fíggjarlógargerðini. Heilsutrygdin er harvið, í fólkafloksoptikkinum, vorðin ein kastibløka millum inntøkutrygd, tunlar, almenna forsorg o.s.fr.

Harvið kann staðfestast, at fyrireikingararbeiðið í málinum als ikki er í lagi, fíggingin hongur í leysum lofti, og kann bara tryggjast í eini politiskari semju kring um Fólkaflokkin, ið rættiliga bersøgið hevur gjørt sínum samgonguflokkum greitt, at heilsutrygdin, ið Aksel Vilhelmsson arvaði frá CHE-samgonguni, og sum síðani varð maltrakterað í kvørnini hjá Fólkaflokkinum, skal skiljast sum ein skattalætti á 104 milliónir krónur. Máti skal vera við, at verða tikin við brókunum niðri á politisku øklunum. Hinvegin skal landsstýrismaðurin tó ikki ivast í hjálpini frá Tjóðveldinum, táið útvegir skulu finnast fyri at fáa hesi viðurskiftini í rættlag, ið hann nú er so illa skølsettur av.

Minnist, at ein eldri kona í Gøtu, einaferð í óvitaárunum, segði um eina aðra væl til árs komna konu, at hon hevði limað seg úr samfelagnum. Onkur spurdi hví, jú, varð svarað, hon hevði meldað seg úr sjúkrakassanum. So fundamental hevur sjúkrakassaskipanin verið í hugaheimi fólksins, og skal hon nú hoyggjast til í neoliberala universinum hjá Fólkaflokkinum, so er spurningurin um vit ikki hava rættað bakara fyri smið.

Hetta alt, ímeðan nú- og fyrrverandi landsstýrismenn brúka geografisku plaseringina á Føroyakortinum sum lokalpolitiskt valagn hjá sær sjálvum, í einum pseudostríði, sum onki hevur við kjarnuna í málinum at gera. Enn er onki argument fyri staðsetingini farið inn undir húðina á nøkrum livandi skapningi, so tóm, egorelaterað og flosklakend tey hava verið frá diverse aktørum.

Harvið veri ikki sagt, at nýggja heilsutrygdin ikki skal virka úr Klaksvík. Heldur enn gjarna, men málið snýr seg nú einaferð um at tryggja fólkinum fíggingina til eina fundamentala og serliga vitala trygdarskipan, sum helst skal verða betri enn gamla sjúkrakassaskipanin, annars hava vit fingið minni fyri meira. Hetta gerst bara, um politiska skipanin, Fólkaflokkurin excl., alt fyri eitt fer undir at samráðast um, hvør fíggingarleistur loysir nevskattin av, táið tvey ár eru umliðin, tess kvikari vit eru á takinum, tess tryggari verður fólkið í mun til hesa heilsuligu grundskipan samfelagsins.

Málið snýr seg um at skottryggja fólkinum eina heilsutrygdarskipan, og ikki um at tryggja tveimum eykavaldum tingmonnum ein sess á Føroya løgtingi, nú táið føroyingar mega fáa eitt val, ikki bara fyri at tryggja omanfyri umrøddu skipan, men fyri at tryggja alt samfelagið ímóti tí ørmundargongd, ið var staðfest, í tí burturav fátæksligu røðuni løgmaður flutti teknum sínum gamlaárskvøld. Var hon eksponenturin fyri ætlanum samgongunar, og er Andrass Samuelsen nú vorðin hugmyndafrøðingurin hjá sjálvstýrismonnunum í samgonguni, tá kann bara staðfestast, at hetta regime punkteraði á hálvari leið í valskeiðnum. Eitt politiskt siðaskifti er átrokandi neyðugt, skal nøkur vón verða um bata fólksins og samfelagsins.