Tað sigur Jørgen Niclasen við Sjónvarpið hjá Kringvarpinum. Fíggjarmálaráðharrin er meira ivasamur um ráð er til skattalætta júst nú. Fyrsta januar 2012 fellur gjaldið til heilsutrygd undir skattin, og tá ætlar Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, at gjaldið skal latast sum skattalætti.
Talan er um hundrað milliónir krónur, og tað ivast formaðurin í Fólkaflokkinum fer at eydnast at finna í einum.
Umsitingin kostar 100 milliónir, og at finna tær í einum út av einum umsitingarkostnaði á 800 milliónir er nokk ivasamt, segði Jørgen Niclasen við Sjónvarpið.
Aksel V. Johannesen, fíggjarmálaráðharri ivaðist í, um løtan var tann rætta til skattalætta júst nú.