Av tí at Heilsutrygd skal spara 1,5 milliónir, skulu øll, sum hava tørv á tilskotsheimilaðum heilivági rinda meiri.
Í fíggjarlógini fyri 2017 hevur løgtingið samtykt at skerja játtanina til heilsutrygdarveitingar við 1,5 milliónum krónum. Avleiðingin er, at Heilsutrygd má minka um útreiðslurnar og verður hetta gjørt við at hækka egingjaldið til tilskotsheimilaðan heilivág.
Tey, sum eru millum 18 og 67 ár, sum í dag í mesta lagið rinda 2.060 krónur um árið, fara eftir broytingina at rinda í mesta lagi 2.156 krónur um árið. Tað vil siga ein vøkstur upp á 96 krónur.
Tey, sum eru yvir 67 ár, rinda í dag í mesta lagi 1.317 krónur um árið. Aftan á broytingina skulu tey í mesta lagi rinda 1.481 krónur um árið. Tað vil siga ein øking upp á 164 krónur.
Heilsu- og innlendismálaráðið sigur, at uppskotið, sum nú fer til hoyringar, áðrenn tað verður sett í gildi, er gjørt soleiðis, at sparingarnar skulu raka tey, sum í dag gjalda mest, lutfalsliga minst. Sparingarnar raka øll, men Heilsutrygd sigur, at stovnurin hevur lagt seg eftir, at tey, sum hava mest tørv á tilskotsheimilaðum heilivági, skulu rakast minst.
- Øll, sum hava tørv á tilskotsheimilaðum heilivági, koma at rinda ein størri part sjálvi aftan á lógarbroytingina. Men lógarbroytingin hevur við sær, at tey, sum í dag brúka lítið av heilivági, koma lutfalsliga at rinda ein størri part sjálvi, skrivar Heilsu- og innlendismálaráðið í viðmerkingunum til lógarbroytingina.
Heilsutrygd væntar, at uppskotið fer at spara stovninum 2,1 milliónir krónur um árið.