Heilsutrygd fingið átalu fyri drál

Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Heilsutrygd átalu fyri drál at avgreiða eitt mál um afturrindan og frítøku av heilsutrygdargjaldi og vantandi svari upp á eina innlitsumbøn

5. september 2019 fekk Løgtingsins umboðsmaður klagu frá A um drál og óvirðiligt samskifti við Heilsutrygd um mál hansara um afturrindan og frítøku frá heilsutrygdargjaldi.

Klagarin vísti á, at tann 3. oktober 2018 avgjørdi Kærunevndin í almanna, - familju- og heilsumálum at heimvísa avgerðina hjá Heilsutrygd til nýggja viðgerð, vegna ófullfíggjaða viðgerð frá Heilsutrygd, men at málið enn ikki var viðgjørt, hóast tað vóru 11 mánaðir síðan tað var heimvíst.

Tann 11. september 2019 sendi Løgtingsins umboðsmaður skriv til Heilsutrygd og bað um frágreiðing um málið. Eftir at Løgtingsins umboðsmaður fleiri ferðir hevur mint Heilsutrygd á málið, hevur Heilsutrygd nú kunnað Løgtingsins umboðsmann um, at Heilsutrygd fer at leggja mál fyri Føroya Rætt til støðutakan um frítøku frá at rinda heilsutrygdargjald. Hvat ítøkiligt mál talan er um, hevur Løgtingsins umboðsmaður ikki kunnleika til, men tá talan er um mál líknandi klagarans, kann væntast, at niðurstøðun, sum Føroya Rættur kemur til, eisini verður galdandi fyri hetta málið. Av hesum er ikki grundarlag hjá Løgtingsins umboðsmaður at gera meira við hendan partin av klaguni, sigur Løgtingsins umboðsmaður.

Løgtingsins umboðsmaður skal í hesum sambandi eisini viðmerkja, at spurningurin um drúgva málsviðgerartíð hjá Heilsutrygd av líknandi málum sum hesum, er ein almennur trupulleiki, sum umboðsmaðurin longu hevur viðgjørt í øðrum klagumáli um Heilsutrygd (sí álit frá 17. juli 2019, mál LUM 18/00090). Umboðsmaðurin ger tí ikki meira við hendan spurning í ítøkiliga klagumálinum.

Í klaguni varð eisini víst á, at klagarin ikki hevði fingið svar uppá eina innlitsumbøn frá 15. august 2019.

Sambært § 16 stk. 1 og 2 í innlitslógini (løgtingslóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina) skal ein myndugleiki, sum fær eina innlitsumbøn, sum skjótast gera av, um áheitanin kann verða gingin á møti. Er áheitanin um innlit ikki gingin á møti ella noktað innan 10 dagar eftir, at viðkomandi myndugleiki hevur móttikið hana, skal myndugleikin boða viðkomandi frá, um orsøkina til hetta, og nær avgerð væntandi verður til skjals.

At Heilsutrygd ikki hevði svarað innlitsumbønini frá 15. august 2019 fyrr enn tann 5. september 2019, tað vil siga 20 dagar seinni, tá klagan var send til Løgtingsins umboðsmann, er ikki nøktandi. Um Heilsutrygd enn ikki hevur svarað hesi innlitsumbøn, fer Løgtingsins umboðsmaður at biðja Heilsutrygd um at svara hesi innlitsumbøn beinanvegin.

Samanumtikið fer Løgtingsins umboðsmaður at geva Heilsutrygd eina átalu fyri handfaringina av hesum máli.

Skrivið er eisini sent klagaranum, sigur Sólja í Ólavsstovu Løgtingsins umboðsmaður.