Heilsutrygd eitt sindur dýrari

Í staðin fyri at gjaldið til heilsutrygd lækkar 1. januar so hækkar tað

Løgtingið viðgerð eitt uppskot frá landsstýrinum um, at í staðin fyri at lækka gjaldið til Heilsutrygd við fimm krónum, so fer tað í staðinfyri at hækka við fimm krónur.

Í uppskotinum verður sagt, at heilivágur gerst alt dýrari og tí hjálpir tað at hækka gjaldið eitt sindur.

 

Katrin Kallsberg, Tjóðveldi, legði álitið frá meirlutanum í Trivnaðarnevndini fram.

Meirlutin í trivnaðarnevndini teku rundir við uppskotinum, meðan minnilutin umboðandi andstøðuna, mælir frá at samtykkja málið.

 

Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin, tekur tó undir við pørtum av málinum,