Aksel V. Johannesen hevur gjørt av, at nýggi stovnurin Heilsutrygd fyrstu tíðina skal rekast av sjúkrakassanum í Klaksvík, har nýggi stovnurin eisini skal leggjast.
Í hesum sambandi spyr Bjarni Djurholm, um sakliga grundgevingin fyri at staðseta stovnin í Klaksvík. Hann spyr eisini, hvørji høli eru tøk í Klaksvík til nýggja stovnum, og hvat tað fer at kosta limunum at byggja upp nýggju umsitingina í Klaksvík.
Bjarni Djurholm spyr eisini, í hvørjum plássum í landinum sjúkrakassarnir í dag eiga egnað høli til um siting av nýggju Heilsutrygdini. Hann vil eisini hava at vita, hví samráðingarnar við sjúkrakassarnar um eginognina longu eru slitnaðar, og hvat landsstýrismaðurin meinar við, tá hann sigur seg ikki vilja arbeiða undir trýsti. Eisini spyrja løgtingsmaðurin um, hvør vissa er fyri, at eginognin hjá sjúkrakøssunum kemur limunum til góða, so tær umleið 45 milliónirnar enda í einum ódefineriligari nýtslu.
Bjarni Djurholm sigur, at fríggjadagin undan jólum var nýggja lógin um heilsutrygd samtykt, sum hevði við sær, at sjúkrakassarnir fóru í søguna á nýggjárinum 2010. Full politisk undirtøka var fyri at modernisera sjúkrakassaskipanina.
Bjarni Djurholm grundgevur soleiðis í grein 52 spurninginum til Aksel V. Johannesen:
»- Hóast nýggja skipanin er komin í gildi, so eru tað framvegis viðurskifti, sum ikki eru eru endaliga avgreidd. M. a. er inngjaldið til skipanina fyrstu 2 árini at líkna við “gomlu” skipanin, har allir borgarar yvir 18 ár skulu rinda í hana. Hvussu inngjaldið verður síðani er enn ikki full greiða á.
Annað ivamál var spurningurin um eginognina hjá sjúkrakøssunum, sum er roknað til uml. 45 mio. kr. Undan lógarsamtyktini játtaði landsstýrismaðurin at virka fyri semju við sjúkrakassarnar um eginognina hjá sjúkrakøssunum. Nú, 2. januar 2010, bert fáar arbeiðsdagar aftaná lógarsamtyktina, hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at hann ikki vil samráðast við sjúkrakassarnar undir trýsti.
Triðja málið var staðsetingina av nýggja heilsutrygdarstovninum. Frammanundan lógarsamtyktini boðaði landsstýrismaðurin frá, at stovnurin skuldi liggja í Klaksvík. Hann var tá kunnaður um, at full undirtøka ikki var fyri hesum, og at hann tí átti at venda spurninginum í politisku skipanini, áðrenn endalig støða varð tikin.
Hetta játtað landsstýrismaðurin, men 2. januar var so í miðlunum boðað frá, at stovnurin verður staðsettur í Klaksvík, hóast sjúkrakassarnir eiga vælegnaði umsitingarhølir í Tórshavn, meðan flestu aðrastaðni hevur verið hildið til í leigaðum hølum.
Framferðin hjá landsstýrismanninum er í andsøgn við gjørdar avtalur og ber brá av lokalpolitiskum hovsaavgerðum. Tí verður hann biðin um at svara omanfyrisettu spurningum.«
Við leygardagin segði Bjarni Djurholm, at tað ikki er rætt at leggja stovnin í Klaksvík, tá sjúkrakassarnir eiga væl egnað høli í Havn. Hann sigur, at grundgevingin, sum landsstýrismaðurin brúkti í útvaprinum fyrr í dag um, at stonvurin skal liggja nær við sjúkrahús og apotek passa eisini væl til Havn, har eisini størsta limagrundarlagið er. Bjarni Djurholm segði eisnin, at tey í samgonguni vóru samd um, at staðsetingin skuldi takast upp til politiska viðgerð, og at tað er óneyðugt at brúka pengar til at byggja ein stovn upp í nýggjum hølum, tá góð og vælegnað høli eru til taks.
Landsstýrismaðurin hevur 10 dagar til at svara grein 52 spurninginum frá Bjarna Djurholm.










