Heilsustarvsfólk vunnu á Justin Bieber

(Kykmynd) Síggj og hoyr serliga sangin, sum gjørdist jólahitt nummar eitt í Bretlandi

Fá ting eru meiri prestisjutung fyri tónlistarfólk enn at gerast nummar eitt á bretska jólahittlistanum.

 

Ársins jólahitt nummar eitt í Bretlandi er sungið av einum sjáldsomum kóri, sum er sett saman av heilsuverksstarvsfólkum, sum starvast innan "National Health Service", almenna heilsuverkið í Bretlandi, sum er kent millum manna, sum NHS.

 

Kórið, sum nevnist "The Lewisham and Greenwich NHS Choir" vann frammanfyri sjálvum Justin Bieber, sum mátti taka til takkar við øðrum plássinum, men ungi kanadiumaðurin, Justin Bieber gjørdi sítt til, at The Lewisham and Greenwich NHS Choir vann. 

 

Justin Bieber vísti stórsinni á Twitter, og hann heitti á fólk um at stuðla The Lewisham and Greenwich NHS Choir við at gerast nummar eitt við teirra sangi "A Bridge over You", sum er teirra tulking av kenda sanginum hjá Simon and Garfunkel: "Bridge over Troubled Water". 

 

The Lewisham and Greenwich NHS Choir seldu 127.000 eintøk av sanginum, og fer allur tann innkomni peningurin óskerdur til vælgerandi endamál. "Love Yourself" hjá Justin Bieber seldi 97.000 eintøk.

 

Tey, ið manna The Lewisham and Greenwich NHS Choir eru ovurfegin um stuðulin tey hava fingið, og tey vóna, at onnur starvsfólk í almenna heilsuverkinum í Bretlandi verða motiveraði og upplyft av avrikinum hjá teimum. Fólkini, ið manna kórið siga, at tey hava fingið eitt ótrúliga samanhald av tí, sum hent er seinastu vikurnar. 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr sjónbandalagið hjá The Lewisham and Greenwich NHS Choir, sum syngja "A Bridge Over You".